2026-08-07 15:38
Hetta legði Tvøroyrar kommuna út í gjár: Avlýsingar og seinkingar raka farleiðina javnan, og um sumrarnar eru ferðaseðlar eisini útseldir. Hetta ger tað trupult hjá suðuroyingum at leggja arbeiðs-, heilsu- og uttanlandsferðir til rættis.
Myndin, sum er tikin klokkan 07.49, vísir, at tá Smyril fór av Krambatanga klokkan 06.00, vóru tøk pláss. Kortini vóru øll pláss longu upptikin til fráferðirnar klokkan 12.30 og 17.30. Tað merkir, at um ein suðuroyingur ikki var vitandi um hetta áðrenn fráferðina klokkan 06.00, ber tað ikki til at sleppa av oynni eitt nú til avtalur á LS, sum vera gjørdar langt frammanundan, eins og ferð viðari av landinum má annulerast.
Tað er gleðiligt, at áhugin fyri at ferðast til og úr Suðuroynni er stórur. Tað frøast okur um, og okur bjóða øllum vælkomnum. Men ferðasambandið má kunna rúma eftirspurninginum.
Tvøroyrar kommuna rósir manningina á Smyril, sum gera teirra allar besta. Men kommunan heitur á SSL um at broyta raðfestingina, soleiðis at ferðafólk fáa framíhjárætt, og farmur verður tikin við eftir tøkum plássi.
Samstundis verður heitt á landsstýrismannin um at arbeiða skjótt við at útvega eitt skip afturat Smyrli, sum kann styrkja ferðasambandið.
Málið hjá SSL eigur at vera, at tað altíð er møguligt hjá fólki at ferðast til og frá oynni.
Kristin Michelsen
Tvøroyrar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald