Vinna

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

Tvey útlends skip landa makrel til Varðan Pelagic í vikuskiftinum..

2026-10-18 09:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrst kom Beinur við 450 tonsum av makreli, og í hølinum á honum kom Írska skipið Sheanne við 500 tonsum av makreli. Skipini hava fiskað eystanfyri Shetland.

Beinur hevur landað fleiri ferðir áður á Tvøroyri.

Hetta er fyrstu ferð at eitt írskt skip landar hjá Varðanum Pelagic, og vit vóna og vænta at at síggja fleiri skip landa í Suðuroy framyvir, skrivar varðin Pelagic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder