Ítróttur

Tveir vinardystir á heimavølli

Avtala er komin í lag um tveir vinardystir millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra síðst í juni.

Kvinnulandsliðið fer í juni á vøllin til tveir vinardystir móti Andorra - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Kvinnulandsliðið fer í juni á vøllin til tveir vinardystir móti Andorra - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

2022-05-17 16:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sum liður í fyrireikingunum til seinastu dystirnar í hesari undankappingini, fer A-landsliðið við kvinnum at spæla tveir vinardystir móti Andorra 25. og 28. juni. Báðir dystirnir verða spældir í Føroyum; tann fyrri við Djúpumýru í Klaksvík og tann seinni á Tórsvølli í høvuðsstaðnum.

Umframt at talan er um eitt spennandi mótstøðulið, so gleðir landsliðið seg eisini til at spæla á heimavølli, sigur ungi miðverjin Birita Ryan.

– Vit gleða okkum altíð til at umboða Føroyar, og hesaferð fara vit so eisini at royna nakað nýtt við at spæla annan dystin í Klaksvík. Vit vóna sjálvandi at fáa góðan stuðul av áskoðaraplássunum í báðum dystunum, har vit vilja vísa okkum frá okkara bestu síðu, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá FSF.

Mótstøðuliðið Andorra hevur higartil ikki luttikið í undankappingum til EM og HM, men liðið hevur harafturímóti spælt vinardystir móti øðrum londum í somu støðu. Eitt nú vann Andorra eins og Føroyar ein vinardyst móti Gibraltar í februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder