FSF: Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson gjørdu málini, tá A-landsliðið við monnum sunnudagin vann ein tepran, men samstundis sannførandi sigur á Turkalandi. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, eftir 0-0 í hálvleikinum.
Sum heild var føroyska liðið betri, og sigurin var eisini fult uppiborin. Gamaní trýstu turkar seinastu løtuna, men Teitur Matras Gestsson í málinum og verjan stóðu væl, og tískil var als ikki meir at koma eftir hjá Turkalandi.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Luksemborg 1-0 á heimavølli móti Litava. Endaliga støðan í bólkinum gjørdist harvið, at Turkaland endaði ovast við 13 stigum. Luksemborg gjørdist nummar 2 við 11 stigum, og á 3. plássi komu Føroyar við 8 stigum. Litava endaði aftast við einum stigi.
Næst á skránni hjá manslandsliðnum er lutakastið til komandi EM-undankapping, sum verður í Frankfurt sunnudagin 9. oktober. Síðan verða tveir venjingardystir í november. Í verandi løtu er greitt, at tann eini verður móti Kekkia mikudagin 16. november. Seinni venjingardysturin verður tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november, men hvat mótstøðuliðið verður, er ikki komið upp á pláss enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald