HSF: U08 Kvinnur
Føroyar U16 – Ísland U16: 25-24 (13-10)
Dygdirnar hjá føroysku U16-gentunum komu nógv betri til sjóndar í dystinum í dag.
Avbjóðingarnar frá fyrra dystinum vóru loystar nógv betri. Nú spældi føroyska álopið væl neyvari og við nógv færri villum. Í verjupartinum vóru tær føroysku kvikari at venda sær, og eydnaðist tað væl at lofta íslendsku mótálopunum.
Eftir sera sterkt avrik í fyrra hálvleiki vóru Føroyar eisini á odda við trimum málum, 13-10.
Men so svaraðu tær íslendsku aftur.
Føroyar byrjaðu seinna hálvleik í undirtali, og mistu hesa løtuna bóltin tvær ferðir. Ísland skoraði fýra tey fyrstu málini í seinna hálvleiki og tók leiðsluna.
Hóast íslendska leiðslan vaks upp í fýra mál ímóti endanum av dystinum, so fingu tær føroysku minkað væl um munin – Og eftir tvey føroysk mál í seinasta minuttinum, endaði dysturin við einum máli á muni: 25-24 til Ísland.
Føroysku málskjúttarnir:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 11 mál
Halla Haldansen 6 mál
Anna Jákupsdóttir á Borg 2 mál
Sólveig Turið Ripley 2 mál
Bjørk Mariusardóttirr 1 mál
Lív Berg á Lag 1 mál
Karin Wolles á Grønastøð Durhuus 1 mál
U08 menn
Føroyar U16 – Ísland U16: 25-32 (13-13)
Føroysku U16-dreingirnir spældu ein góðan fyrra hálvleiki, tá ið teir tóku ímóti Íslandi í Ítrottarhøllini í Kollafirði.
Í fyrra hálvleiki fekk føroyska 5-1-verjan tikið broddin av íslendska álopinum og kroyst íslendingar til mistøk, umframt at Micah Wardum í málinum framdi nakrar góðar bjargingar.
Føroyska álopið hótti íslendsku verjuna av øllum plássum og allir leikarar bjóðaðu seg fram.
Føroyar komu á odda 5-3, áðrenn Ísland svaraði aftur vði trimum málum upp í slag.
Søgan endurtók seg løtu seinni. Føroyar komu á odda 11-9 og Ísland vann leiðsluna aftur við trimum.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik, var støðan 13-13 í steðginum.
Føroyska álopið kom illa frá byrjan í seinna hálvleiki og fekk bert eitt mál teir fyrstu 11 minuttirnar.
Tað eydnaðist tá Íslandi at leggja seg fýra mál fram um. Hóast Føroyar fótaðu sær nakað og minkaðu niður í tvey mál eina løtu, so høvdu íslendingar yvirvág í seinna hálvleiki. Spenningurin um úrslitið kom ikki afturíaftur, og Ísland vann dystin 32-25.
Føroysku málskjúttarnir:
Mortan Eyðunarson 5 mál
Boas Ellefsen á Skipagøtu 4 mál
Gilli Reginsson 3 mál
Teitur Hellisdal 2 mál
Brandur Dánialsson 2 mál
Petur Tóri Jacobsen 2 mál
Gabriel Petersen 2 mál
Sámal í Selvindi 2 mál
Ronni Reyðberg 1 mál
Jákup Jacobsen 1 mál
Jóan Petur Mortensen 1 mál
Bjargingar:
Micah Wardum 9 bjargingar
Rókur av Skarði 1 bjarging
06 kvinnur
Føroyar U18 – Ísland U18 26-27 (16-12)
Føroysku U18-kvinnurnar spældu aftur upp við íslendsku mótstøðuna í dag. Allar á liðnum fingu roynt seg, og víst seg væl fram – og hetta syrgdi fyri einum dysti, ið gjørdist spennandi í seinna hálvleiki.
Føroyar spældu seg aftur til góðar málmøguleikar, men brendu ov nógvar av teimum. Ísland tók leiðsluna í fyrra hálvleiki og var á odda 16-12 við steðgin.
Føroyar byrjaðu best í seinna hálvleiki, fingu bóltarnar inn og komu upp á javnleik aftur við 20-20. Síðani svaraðu tær íslendsku aftur og løgdu seg trý mál fram um. Føroyngarnir royndu at svara aftur, og tað eydnaðist at minka um munin – og at enda vann Ísland við einum máli.
Úrslitið gjørdist 27-26 til Ísland, eftir ein dyst, har venjararnir sum heild lótu væl at og vóru nøgdir við føroyska avrikið.
Føroysku málskjúttarnir:
Rakul Borgarlíð 7 mál
Silja Geirsdóttir 6 mál
Katrin Hansen 5 mál
Sofie Højgaard 3 mál
Fjóla Vilhelm 3 mál
Helena Magnusardóttir 1 mál
Joan Johannesen 1 mál
04 menn
Føroyar U20 – Ísland U20 30-29 (15-13)
Eisini føroysku U20-menninir sýndu eitt nógv betri í avrik dag. Tað gjørdist til ein javnan dyst, sum endaði við eitt-máls-ósigri.
Føroyingarnir byrjaðu best, høvdu leiðsluna allan fyrra hálvleik og vóru á odda 15-13 við steðgin.
Seinni hálvleikur var tættur, men seinastu 10 minuttirnar eydnaðist tað Íslandi at ota seg fram um og vinna dystin 30-29.
Hóast ósigur kundu føroysku venjararnir sum heild vera nøgdir við eitt sera gott avrik. Eisini havandi í huga, at liðið hevur fingið tveir tíðandi skaðar í verjupartinum á túrinum
Tí vardu Ísak Vedelsbøl og Tóki Fríðriksson allan dystin í føroysku miðverjuni. Einasta íhaldið var ein útvísing í part. Hetta eydnaðist væl, og Sasha Lacok í málinum stóð ein góðan dyst.
Í álopinum riggaðu innspølini til strikuna sera væl allan dystin. Ísak Vedelsbøl á føroysku strikuni var eisini sannførandi toppskjútti í dystinum við 14 málum. Tvey teirra eftir brotskøst.
Næsta uppgáva hjá føroysku U20-monnunum er EM-endaspælið í Slovenia, sum byrjar 10. juli.
Føroysku málskjúttarnir:
Isak Vedelsbøl: 14 mál
Trúgvi Hávardsson 4 mál
Sofus í Selvindi Nattestad 3 mál
Høgni Højsted 3 mál
Høgni Heinason 2 mál
Niklas Gaard 2 mál
Óla Jákup Gaard Olsen 1 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald