Um eina stóra viku, hósdagin 21. mars sleppur føroyska U21-landsliðið av álvara at royna seg, tá portugisar taka ímóti í EM-undankappingardysti á Estádio de São Luís leikvøllinum í Faro í Portugal.
Talan er um 6. umfar í undankappingini til EM 2025, og áðrenn dystin eru portugisar á odda í bólkinum við 12 stigum, meðan Føroyar eru á 4. pláss við 7 stigum.
Eyðun Klakstein er venjari hjá føroyska U21-liðnum, og fyrrapartin mánadagin kunngjørdi hann nøvnini á teimum 20 spælarunum, ið eru boðsendir til stóru uppgávuna í Faro.
Venjarin hevur gjørt tríggjar broytingar, samanborið við hópin, sum í november í fjør tapti á útivølli fyri Grikkalandi. Orsaka av skaðum og øðrum eru Rasmus Nilsson, Áki Johannesen og Jørgen Nielsen ikki við hesaferð. Í staðin hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Jóannesi Davidsen úr EB/Streymi, Jákupi Vilhelmsen úr KÍ, og Ejvindi Mouritsen úr HB.
Hópurin
Ari Petersen, KÍ Klaksvík
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, HB Tórshavn
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jónas Warner, B68 Toftir
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Ejvind Mouritsen, HB Tórshavn
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36 Tórshavn
Poul Kallsberg, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald