FSF: Í mars 2021 var føroyska A-landsliðið við monum á vitjan í Chisinau í Moldova. Á skránni var fyrsti dysturin í undankappingini til HM 2022. Og nú vit skriva mars 2023, eru okkara menn aftur í moldoviska høvuðsstaðnum. Hesaferð verður farið undir undankappigina til EM 2024.
Í dystinum í Moldova fyri tveimum árum síðani eydnaðist føroyska liðnum at fáa 1 stig heim aftur við. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1, eftir at moldovar vóru á odda í hálvleikinum. Heimamenninir komu á odda eftir smáar tíggju minuttir, men í 83. minutti javnaði Meinhard Egilsson Olsen fyri Føroyar.
Í seinna dystinum millum Føroyar og Moldova, sum varð spældur á Tórsvølli eitt pent septemberkvøld fyri hálvumøðrum ári síðani, fóru okkara menn avstað við øllum. Eftir málleysan fyrra hálvleik legði Klæmint Olsen Føroyar á odda í 68 minutti, og lítla løtu seinni økti Heini Vatnsdal um leiðsluna. Moldovar svaraðu aftur seint í dystinum, men nærri komu teir ikki, og tey 3 stigini vórðu verandi í Føroyum.
Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA, sum telur tilsamans 211 lond, er Moldova nummar 174, meðan Føroyar eru á 123. plássi. Hini londini í okkara bólki hesaferð eru Kekkia, Pólland og Albania.
Fyrireikingarnar til dystin fríggjakvøldið hava gingið væl. Landsliðið kom til Moldova seint mikukvøldið, og síðani varð vant á Zimbru Stadion á middegi hósdagin. Veðrið í Chisinau í hesum døgum er gott, við sól og bláum himli, og tá liðini fara á vøllin í annaðkvøld kann væntast stilli og eini 8-10 hitastig.
Seinni dysturin í hesum umfarinum verður mánadagin 27. mars, tá Norðurmakedónia tekur ímóti á Todor Proeski Stadion í Skopje. Í A-landsliðshøpi hjá monnum verður hetta fyrsti dystur millum Føroyar og Norðurmakedónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald