Ítróttur

Triathlon: Gull, gull og gott úrslit

Tað hevur gingið rættliga gott hjá føroyskum triathletum, sum í summar hava luttikið í stórum kappingum uttanlanda. So gott, at tvey donsk meistaraheitir eru endaði í Føroyum. 

2024-06-29 11:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


TÓRSHAVNAR SÚKKLUFELAG:

Eisini í stórari kapping í Eysturríki gekk gott. Her kappaðust fleiri føroyingar á 70.3 Ironman teininum. Tað bleiv aftur kappast á hesum teini farna vikuskifti, tá aftur fleiri føroyingar luttóku í stórari kapping í Helsingør. Tá kappast verður á 70.3 Ironman teininum, skal ein fyrst svimja 1,9 kilometur, síðan súkkla 90 kilometrar, og síðan eitt heilt hálvt marathon, tað vil siga renna 21,1 kilometrar. 

Nógvar kappingar og góð úrslit

Leygardagin bleiv kappast um DM heitið á 1/4 Ironman teininum. Tá kappast verður á hesum teini, skal ein fyrst svimja 950 metrar, síðan súkkla 45 km, og at enda renna 10,5 km. Hóast Andrass Joensen nú er farin um tey seksti, so eru tað kortini ikki nógvir "unglingar", ið megna at fara framvið honum, tá kappast verður í Triathlon. 

Styrkin hjá Andrass er fysikkurin og nú nógvu royndirnar innan triathlon. Javna og høga ferðin í súkklingini er við til at hann altíð er ein av teimum fyrstu í renniskógvarnar. Aðrir athletar renna kanska skjótari enn Andrass, men aftur her er Andrass næstan ótroyttuligur, og tá ferðin er jøvn og orkan nógv, so berur nærum altíð á mál. Tað gjørdi tað sanniliga leygardagin, tá hann gjørdist danskur meistari, á øðrum sinni í ár. 

Sigurin leygardagin var sannførandi. Tað gingu heilir tríggir minuttir áðrenn næsti athleturin í hansara aldursbólki kom um málstrikuna. Ein tryggur sigur, hóast Andrass undir súkklingini misti annan súkkluskógvin og tí mátti steðga, venda við, í aftur skógvin, og so upp á hjólhestin aftur. 

Andrass vann sín aldursbólk, gjørdist danskur meistari, og hann brúkti 2 tímar 22 minuttum og 38 sekund um teinin. 

Líka sannførandi var sigurin hjá Andrass, tá hann fyri trimum vikum síðan gjørdist DM vinnari í Sprint Triathlon teininum. 

Andrass brúkti tá 1 tíma 11 minuttir 33 sekund. Næsti athleturin kom á mál hálvan triðja minutt seinni, og brúkti John Hansen 1 tíma og 14 minuttir. Bronsuvinnarin, Jens Kjærgaard, brúkti 1 tíma 17 minuttir og 44 sekund um teinin.  

- DM í Sprint var í Karlslunde, sunnanfyri Keypmannahavn. Veðrið var av tí fagrasta. Tað gekk gott í svimjingini, og frá byrjan legði eg meg á odda. Eg føldi meg væl, og lá tí á odda gjøgnum alla kappingina, segði ein fegin Andrass Joensen, eftir kappingina. 


St. Pølten og Helsingør

Tað gekk eisini væl hjá føroyingum, tá kappast bleiv í stórari kapping í St. Pølten í Eysturríki. Fýra føroyingar vóru við, og fyri tríggjar av hesum var tað fyrstu ferð, at teir høvdu kappast uttanlanda. 

Súsanna Skylv hevur er venjari og hevur hendan ferðin til Eysturríki verið fyrsta stig til enn eina stóra kapping uttanlanda komandi summar. 

- Vit hava saman sett okkum sum mál at koyra ein 1/2 Ironman fyri fyrstu ferð. Sjálv havi eg kappast fleiri ferð áður, men fyri hini er tað fyrstu ferð tey kappast í 1/2 Ironman. Vit hava í gott og væl eitt hálvt ár vant fram ímóti hesi stóru kapping. Fyri okkum hevur tað verið ein góð motivatión at havt hesa kapping at vant fram ímóti. Tað hevur sjálvandi verið hart, men sanniliga eisini stuttligt og spennandi, segði Súsanna Skylv eftir kappingina. 

Eisini vóru fleiri føroyskir triathletar í Helsingør og kappaðust farna vikuskifti. Her bleiv eisini kappast í einum 1/2 Ironman, ella 70.3 Ironman, sum tað eisini kallast. 

- Tað var sum á Ólavsøku á økinum kring Kronborg borgina, og niðri við keiina, har svimjingin byrjaði. Vit vóru sjey føroyingar, sum luttóku. Hetta var eitt stórt upplivilsi, og ein sera væl fyriskipað kapping, segði Magni J. Hansen, eftir kappingina. 

Magni var skjótastur av føroysku luttakarunum, og Magni brúkti 4 tímar 30 minuttir og 55 sekund um langa og drúgva teinin. Tað rakk til eitt 18. pláss í hansara bólki, og gjørdist hann nummar 81 av øllum kallunum. 

- Tað gekk gott, men eg havi fyrr verið skjótari á hesum teini her í Helsingør. Hevði sett mær sum mál at koma undir 4 tímar og 30 minuttir. Tað gekk akkurát ikki. Venjingin hevur ikki verið optimal í ár, og tá eg hugsi um mítt venjingarstøði júst nú, so eri eg væl nøgdur við tíðina og avrikið, segði Magni eftir kappingina, og legði aftrat, at hann aftur í komandi ár ætlar at luttaka í júst hesari so væl fyriskipaðari kapping. 


Árið er bert hálvrunnið

Kappingarnar higartil hava verið fyrireikingar til aðrar og spennandi kappingar hjá Andrass Joensen. Í august skal hann til Estland at kappast. Tá verður kappast um hvør gerst sterkastur í Europa á 1/2 Ironman teininum. 

- Stóra málið hjá mær verður seinni í ár. Tá skal eg til Hawaii at kappast í einum heilum Ironman. Hetta havi eg arbeitt leingi fram ímóti. Ein skal kvalifisera seg til hesa so stórfignu kapping, og tað eydnaðist í fjør, tá eg í august mánað í fjør vann mín aldursbólk í Copenhagen Ironman, segði Andrass Joensen.

Beint fyri Ólavsøku fara nakrir føroyingar til Fraklands at kappast - í Alpe d´Huez Triathlon. Í august fara føroyingar aftur av landinum at kappast. Síðst í august verður DM í 1/2 Ironman í Silkeborg, og fara nakrir føroyingar at royna kreftir har tá. 

Men ein nýtist ikki at fara uttanlanda at kappast, tí komandi vikuskifti verður ikki færri enn tríggjar triathlonkappingar skipaðar í Føroyum. Tað verður fríggjadagin 5. juli, leygardagin 6. og sunnudagin 7. juli at Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag fer at skipa fyri hesum trimum kappingum. 

Meira kunning verður á FB bólkinum, Triathlon Føroyar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder