Til Høgna Joensen, á 80 ára føðingardegnum.
Góði Høgni!
Hjartaliga tillukku við tí stóra degnum!
Tú ert ein sonn fyrimynd, - ein eldsál, sum við trúfesti, arbeiðsgleði og tínum blíða lyndi, hevur sett stór spor her í Kollafjarðar Bátafelag.
Vit vita øll, at uttan teg, hevði nógv verið øðrvísi.
Tú hevur altíð verið her, - leygarmorgun eftir leygarmorgun,- við kaffimunninum klárum, og einum góðum orðalagi til øll rundan um teg.
Altíð hugnaligt, og stuttligt, at fáa eitt prát við teg. Og altíð onkur stuttlig viðmerking frá tær.
Kollfirðingur av tí góða, gamla slagnum.
Og skal nakað gerast her, ja, so ert tú tann fyrsti, til at taka hondina í. Og soleiðis hevur altíð verið.
Og væl liggur fyri, líkamikið um tað er rørarbeiði ella timburarbeiði. Altíð snøgt og væl frágingið.
Takk fyri alt, øll hesi árini, fyri títt trúfasta hjálpsemi, hjartalag og samanhald. Tín stuðul til felagið hevur verið, og er, av ovurstórum týdningi fyri felagið.
Vit ynskja tær eina gleðiliga og góða føðingardagsveitslu, og nógv góð ár frameftir, við sól í huga, vælvild í hjarta og nógvum góðum kaffimunnum, - í góðum lagi.
Heilsan Kollafjarðar bátafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald