Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur drona fleyg við Trælanípu. Tað er ólóligt at flúgva so tætt við flogvøllin. Løgreglan fekk fatur á tí, sum hevði dronuna, og var dronan tikin við á løgreglustøðini. Talan var um ein útlending, sum hevði dronuna.
Í norðoyggjum hendi eitt ferðsluóhapp um 17 tíðini. Ein smádrongur rann útfyri ein bil. Tíbetur koyrdi bilurin seint, men fekk ikki bremsa ordiligt áðrenn hann rakti barnið. Eingin persónsskaðið var, tó var barnið flutt á sjúkrahús til kanningar.
Klokkan 17:30 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var á vesinum í Steinatúni. Ein persónur var funnin har, og var fluttur á Landssjúkrahúsið fyri roykeitran. Sami persónur var fyrst skuldsettur fyri eldásetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald