Annað

Tikin á flogvøllinum í gjár við 1,9 kg av hassj

Klokkan 19:38 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein dani fyrst í 20’inum var tikin á flogvøllinum í Vágum.

2026-01-17 13:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Maðurin hevði 1,9 kg av hassj uppiá sær, og var tað narkohundurin hjá tollvaldinum, sum fann tað.

Rættarfundur var í dag klokkan 12. Hann fekk ein straksdóm, hann hevur váttað at tað var hansara. Hann bleiv síðani leyslatin, hann bleiv dómdur at sita í fýra mánaðir. Helst skal hann sita dómin í Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder