Vinna

Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni

Í kvøld kl. 18.30 verður Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni

2022-09-15 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 min.

Sambandið ímillum sild, djóraæti og havfrøðiligar broytingar norðanfyri Føroyar í trý áratíggju
Inga Kristiansen, Havstovan

Møguleikar fyri sjóvarfalsorku í føroysku firðunum
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Vísindavøka á ferð kring landið

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Skráin sæst á gransking.fo https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/visindavoka-a-ferd-2022/   

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder