Vinna

Loppusøla til frama fyri diabetes-gransking

Í morgin, fríggjadagin 14. november, er Altjóða diabetesdagur, og Diabetesfelagið skipar henda dagin fyri loppusølu á Sandi.

2025-11-13 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjadagin 14. november, á Altjóða diabetesdegnum, verður loppusøla í Nesi 15 á Sandi til frama fyri diabetes-gransking. 

Tað er “Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku”, ið skipar fyri loppusøluni, sum verður kl 14 – 18.

Grunnurin eigur húsini hjá Annu og Kaj Nolsøe, og tað alt innbúgvið í húsunum, sum er til sølu. Her eru nógvir góðir lutir at finna, bæði til heimið, summarhúsið og samlaran. 

Allur peningurin, sum kemur inn, fer til gransking í diabetes.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder