Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, ið skipa fyri degnum. Áhugin er vaksin so mikið, at í ár verða eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar eisini bodnir við.
Evnið er í ár "Holodomor", ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslur í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.
Altjóða Holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í Holodomor, og samstundis verður varpað ljós á, um samanhangur er millum Holodomor og kríggið í dag.
Altjóða Holocaust dagurin hevur áður viðgjørt hesi evni úr søguni um fólkadráp:
jødatýningin undir øðrum veraldarbardaga, kríggið á Balkan og í fjør var tað fólkadrápið í Armenia, sum ljós varð varpað á.
Tá ið hesi trý hópdrápini hendu, var heimurin øðrvísi. Vit høvdu td. ongar fartelefonir, og sosialir miðlar vóru ikki til. Men nú hava næstan øll eina fartelefon og brúka fleiri sosialar miðlar. Vit verða bombarderað við tíðindum og viðmerkingum um kríggið í Ukraina.
Umframt søguliga frágreðing um Holodomor, og aktuella frágreiðing um samanhang millum kríggið og Holodomor, fortelur Mariia Olsen, sum er búsitandi í Rituvík, men er úr Ukraina, um, hvussu hennara familja er rakt av krígnum. Fjølmiðlafólk úr Kringvarpinum greiða frá, hvussu tíðindi verða miðlað úr einum krígsherjaðum øki. Eisini fer sálarfrøðingur at lýsa avbjóðingar í krígsstøðu, sum hesari. At enda fer løgmaður, Aksel V. Johannesen, at greiða frá, hvussu Føroyar fara at taka støðu og føra seg fram í aktuellu krígsstøðuni.
Í ár er Fuglafjarðar skúli vertur fyri tiltakinum, sum verður stroymt um opnu undirvísingarsíðuna Snar til allar skúlar, ið hava áhuga at fylgja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald