Asbjørn var føddur í Sandavági 29. juni 1940 og var sonur Signhild f. Johansen, á Merkrunum og Petur Magnussen, bæði úr Sandavági. Tey fingu 7 børn, og Asbjørn var elstur. Tey vóru 4 brøður og 3 systrar. Asbjørn, Jóhan, Ragnar, Gunna, Paula, Steinbjørn og Hallgerð. Tey búðu á Sondum í Sandavági.
![]()
Asbjørn Magnussen sum smádrongur í túninum niðanfyri heim teirra á Sondum.
Úr myndasavninum hjá Andreu og Jóanis Nielsen.
Fór ungur til skips
Asbjørn fór sum so mangur annar føroyingur ungur til skips og var millum annað við sandavágstrolaranum Jegvan Eliasi Thomsen og línubátinum Venusi úr Sandavági, og sjógvurin og sjómanslívið komu at seta sín dám á tilveru hansara, og hetta gjørdist hansara lívsstarv.
Hann tók skiparaprógv á Føroya Sjómansskúla í Havn í juli í 1963 við úrsliti, sum var í betra endanum.
Asbjørn fann sær konu úr Lopra, og Bjarma og Asbjørn giftust 9. januar í 1965. Tey búsettust í Lopra.
Fyrru helvt av 1970-árunum sigldi Asbjørn við Akraborg úr Lopra og endaði soleiðis í umhvørvinum í fiskivinnubýnum Hirtshals.
Seinnu helvt av 1976 fór Asbjørn at sigla sum stýrimaður við Strømnes, sum hevði heimstað í Hirtshals.
Og í 1979 fluttu tey, Bjarma og Asbjørn við tveimum teimum elstu dreingjunum til Hirtshals at búgva.
Asbjørn Magnussen í stólinum og Gardar Joensen standandi á brúnni á Venusi úr Sandavági í 1968. Eitt vælútgjørt línuskip í 1960-árunum við regulatori og umstýring á brúnni, stýripinni, roterandi rúti og hondtaki til ljóskastaran, umframt radara og pappír-ekkoloddi. Mynd: Hálvdan Gudmundsen.
Størri skip og gerst partaeigari
Tað var Skagerrak Fiskeeksport við Iver Espersen á odda, sum Asbjørn sigldi hjá, tá hann byrjaði í Hirtshals. Væl gekst at fiska, og í 1985 kom Strømfjord í flotan, og Asbjørn, sum varð skipari, gjørdist parteigari í Strømfjord saman við Skagerrak Fiskeeksport og Sigmundi Jakobsen. Teir keyptu fyrrverandi norskan hvalabát frá 1955 og umbygdu hann, og soleiðis gjørdist Strømfjord veruleiki.
Í 2000 varð nýggjur Strømfjord bygdur hjá Kartensens í Skagen, sum Skagerrak Rederi og Asbjørn áttu helvt um helvt.
Í 2011 keypti Asbjørn Aktieselskab hin parteigaran út úr Strømfjord, og skipið fekk navnið Asbjørn. Nú vóru synirnir Fríði og Rói komnir til, og Asbjørn var vorðin 71 ára gamal.
Fyrsti Strømfjord var fyrrverandi norskur hvalabátur frá 1955. Espersen og Magnussen keyptu hetta skipið í 1995 og umbygdu tað til nótaskip. Mynd: Morten Jørgensen.
![]()
Annar Strømfjord varð bygdur hjá Kartensens í Skagen í 1999 og latin eigarunum í januar í 2000. Í 2011 keyptu Asbjørn og synirnir Skagerrak Fiskeeksport út og góvu skipinum navnið Asbjørn. Hetta skipið varð selt til Russlands í 2016, og tað eitur í dag framvegis Asbjorn, stavað á russiskum. Mynd: Gert Vejen.
![]()
Annar Asbjørn varð keyptur í 2013. Hesin var fyrrverandi Gitte Henning og varð bygdur hjá Kartensens í Skagen í 2008. Mynd: Jan Erik Simonsen.
![]()
Triði Asbjørn varð keyptur í 2023. Upprunaliga bygdur sum Ruth hjá Kartensens í Skagen í 2011. Tað var Gullak Madsen úr Kvívík, sum læt skipið byggja. Við hesum triðja Asbjørn er tonnasjan á Strømfjord/Asbjørn-skipunum fýrfaldað. Tann fyrsti Strømfjord var 926 bruttotons, annar Strømfjord / fyrsti Asbjørn var 1266 bruttotons, annar Asbjørn var 2700 bruttotons. Og hesin seinasti, Asbjørn nummar 3, er 4319 bruttotons. Mynd: Bandholm skibsbilleder.
![]()
Væl dámdi Asbirni at veiða og fiska. Her við tveimum fuglum í glúpinum umborð á føroyskum báti á yngri árum. Privat mynd.
![]()
Bjarma úr Lopra og Asbjørn úr Sandavági giftust 9. januar 1965 og vóru sostatt gift í 60 ár. Tey fingu 5 børn, 18 ommu- og abbabørn og 6 langommu- og langabbabørn. Privat mynd.
Ein kend persónligheit í Hirtshals
Asbjørn var kendur fyri at vera avgjørdur, arbeiðssamur og bersøgin - alt eginleikar sum krevjast, tá ein hevur sjógvin sum arbeiðspláss. Men aftanfyri sterku persónligheitina fanst eisini ein bleyt og umsorganarfull síða. Asbjørn vitjaði fast samkomuna Malta í Hirtshals. Tey áttu summarhús í Tversted, og javnan varð vitjað í Føroyum.
Í desember 1994 komu tey á forsíðurnar í donskum og føroyskum bløðum, tá tey vunnu 3 milliónir í Lotto. Men Asbjørn segði tá við fjølmiðlarnar, at tey fóru at liva, sum tey altíð høvdu gjørt, og at hetta fór ikki at broyta nakað. Og víðari greiddi hann teimum frá, at hann var skipari á nótabáti, so tey liðu onga neyð. Eisini helt hann, at tað var rættvísari, at onkur annar vann hasar pengarnar.
Seinastu tíðina stríddist Asbjørn við krabbamein, og hann andaðist fríggjadagin 24. oktober 2025, 85 ára gamal. Hann fór til gravar úr Emmersbæk kirkju 4. november 2025.
Synirnir hava ikki sitið á boðunum
Ein kann róliga siga, at synirnir, Fríði og Rói og abbasonurin Nicolai, hava ikki sitið á boðunum at dríva virksemið víðari. Í 2023 hevði felag teirra Asbjørn A/S ørandi yvirskot upp á 1,2 milliardir krónur áðrenn skatt.
Umframt at gulleggið hjá felagnum, nótabáturin Asbjørn og felagið sjálvt eru uppkallað eftir stovnaranum, so eitur eitt privat røktarheim í Tornby við Hirtshals eisini eftir honum. Tað fekk navnið Friplejehjemmet Asbjørn í Tornby, tí teir sponsoreraðu við millónaupphædd fyri at fáa røktarheimið liðugt.
Og soleiðis arbeiddi ein unglingi úr Sandavági seg upp við áræði og ágrýtni til at teljast millum teir størstu í donsku fiskivinnuni.
Heimildir: Bókin Av fjalli at fjørustrond /Heini F.Petersen/Jóannes Heinesen // Nordsøposten/Niels Christian Jakobsen // Portal.fo/Kiran Jóanesarson // vagaskip.fo/Jan Erik Simonsen // HG-klubben heimasíða og facebook // Nordjyske avis // Sosialurin // Privat myndir Magnussen familjan.
Jan Erik Simonsen
![]()
F.v. Strømfjord, Strømnes og Strømegg, skip sum hoyrdu til Skagerrak Fiskeeksport. Mynd: Aslak foto, Hirtshals.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald