-Ja, tað haldi eg í veruleikanum at man kann. Um lógin um fría fosturtøku kemur í gjøgnum, fara øll tey sum eru ímóti fosturtøku framvegis at hava rætt til ikki taka fosturtøku. Sostatt vera allar kvinnur líkastillaðar. -Tær kunnu velja sjálvar, útfrá sínari egnu støðu, óansæð um tær eru fyri ella ímóti. Óansæð hvønn kommunulækna tær hava.
Sum fosturtøkulógin er í løtuni, kann man velja fosturtøku, um man ber eitt barn, sum ber brek. -Tað havi eg altíð undrast á. -Hvar er virðingin fyri menniskjanum tá? Hava øll ikki sama virði?
Sum fosturtøkulógin er í løtuni, er frí fosturtøka til tær kvinnurnar, sum eiga pengar og hava umstøður at flúgva til Danmarkar. Tað haldi eg eisini er løgið, og tað gevur ein socialan ójavna.
Eftir mínu tykki er tað rætta at hava eina lóggavu, sum er líka fyri øll, fyri fólk sum eru rík og fátøk, fólk sum hava 46 kromosom og fólk sum hava 47 kromosom. Tað skal ikki vera tað sum tað kemur ann uppá.
Vit fara óiva at síggja tað aftur í hagtølunum, um vit fáa fría fosturtøku, tí tær sum nú fara til Danmarkar at fáa fosturtøku kunnu gera tað í Føroyum. -Sostatt fara vit at fáa røtt hagtøl fyri hvussu nógvar føroyskar kvinnur fáa fosturtøku.
Tað sum vit kunnu gera, er at bøta um umstøðurnar hjá ungu familjunum, td gera so barsilsgjaldi í hvørjum einstøkum føri er 100% av inntøkuni hjá tí foreldrinum, sum fer í barnsburðarfarloyvi. -Og tað ongantíð ov skjótt, vit vita øll at nógvar barnafamiljur eru sperdar, bæði við tíð og økonomi og ræðutølini, um at vit fara at hava ov fá ung í mun til gomul um fá ár, eru verd at gera nakað við.
Men mest av øllum kunnu vit læra okkara børn og ung, at børn altíð eru ein gáva, eitt vælsignilsi. Og vóna at vit kunnu fáa skipa eitt samfelag, har tað ongantíð verður tørvur á, hjá nakrari kvinnu at gera brúk av hesin lógini. Og møguliga vera tað nakrar kvinnur, sum hóast fyrsti tankin var fosturtøka, ikki velja tað hóast alt, tí tær við nýggju lógini hava betri tíð at umhugsa støðuna, tí tær skulu ikki gjøgnum ein kamp fyri at fáa fosturtøku, um tær ynskja tað.
Sólfríð Jacobsen, kommunulækni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald