Vinna

Tíðindaskriv frá Drátti

Dráttur gjørdist nr. 2 í FK-Cup

2022-09-18 10:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vit gleða okkum til nýggja kappingarárið í flogbólti, ið byrjar um 10 dagar. Meistaradeildin hjá Drátti hevur í dag luttikið í FK Cup í Havn og gjørdist tær nr. 2 í kappingini Hjartaliga tillukku røsku tit
Nýggjar sponsoravtalur eru gjørdar fyri næstu tvey kappingarárini og meistaradeildarliðið hjá Drátti fær nýggj leikaraklæði fyrsta dagin og nýggj sponsorskelti verður gjørt. Høvuðsstuðul verður Hiddenfjord. Harumframt stuðla Pakkhúsið í Bø, Maria Poulsen, Thorfinn Nielsen, Sandavágs Timburhandil, Bónus, Faroe Ship, Sókn, David Nordendal jørðarbeiði, Asfaltfo.fo, Matbitin og Grant. Stóra takk fyri stuðulin. #hiddenfjord #pakkhúsiðíbø #mariapoulsen #thorfinnnielsen #sandavágstimburhandil #bónus #faroeship #sókn #davidnordendal #asfaltfofo #matbitin #grant
Eisini taka vit Vága kommunu fyri stuðul.
Og stóra tøkk til øll okkara viðhaldsfólk, ið so trúføst stuðla felagnum Maratontiltakið við maratonflogbólti, tombola, kiosksølu og øðrum stuðli hevur higartil givið 50.312kr. Túsind takk fyri stuðulin
Og stóra tøkk til allar okkara venjarar, sum í ár eru heili 13 í tali Eszter Sántosi-Tóth er leikandi høvuðsvenjari og Annika á Stongum er hjálparvenjari hjá meistaradeildini hjá Drátti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder