Ítróttur

Tíðindaskriv - Badmintonskúlin 2022

Annað árið á rað skipaði Havnar Badmintonfelag fyri Badmintonskúla í badmintonhøllini í Havn.

2022-07-07 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Aftur í ár høvdu nógv børn og ung meldað seg til Badmintonskúlan. Talan var bæði um leikarar, sum vanliga venja badminton, og leikarar, sum royndu seg fyri fyrstu ferð. 

Í tríggjar dagar - 27. til 29. juni - møttu børn og ung. Fyrrapartin vóru tað U9 og U11, og seinnapartin U13 og U15. 

Leikararnir vórðu deildir í bólkar, og høvdu møguleika at vinna stig til bólkin. Síðsta dagin vórðu stigini tald saman, og ein vinnari varð funnin. 

Stuttligt var at síggja, hvussu røsk øll vóru, og øll kýttu seg á vøllinum - bæði inni og úti. Venjararnir vóru á einum máli um, at Badmintonskúlin aftur í ár eydnaðist sera væl. Leikararnir hugnaðu sær og møttu hvønn dag spent og forvitin at finna útav, hvat tey skuldu gera. 

Vit gleða okkum longu til Badmintonskúlan 2023.

At enda takka við høvuðsstuðlinum hjá HBF - Bank Nordik fyri gávur og Sport24 fyri vinningar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder