Hesaferð valdu vit Liljuni, at stuðla ADHD felagnum, ið hevur ætlanir, at gera upplýsandi tilfar, so altsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitaði um, hvussu farast skal við teimum, ið hava ADHD.
Ætlanin er, at tilfarið skal vera á føroyskum, sum tekur støði í avbjóðingunum og møguleikum ein hevur við ADHD í Føroyum, bæði hvat viðvíkur skúla- og dagstovnatilboðum og almennu skipanunum. Umframt at vera sjónlig á sosialu miðlunum, so er eisini ætlanin at gera onkran faldara.
ADHD felagið er eisini í ferð við eina kunningarferð kring landið við upplýsing um felagi og kunning um ADHD í síni heild.
Við hesi peningagávuni, sum er eitt gott íkast til okkara arbeiði, at upplýsa um ADHD kunnu vit nú gera enn meira, enn vit annars høvdu kunnað og eru vit ótrúðliga takksom fyri hesa peningagávuna, sum kemur sera væl við, siga umboðini, ið tóku ímóti peningagávuni.
Umboð fyri Lions Club Liljuni handaðu á samkomu umboðum fyri ADHD felagið peningagávuna.
Myndatekstur:
Frá vinstru Ása Johnsdóttir og Elin H. Joensen frá Lions Liljan og Maiken á Mýruni og Bjørg Dam, frá ADHD felagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald