Ítróttur

Team Klaksvík vann spennandi dyst móti VÍF - TK er bronsuvinnari

Team Klaksvík vann sera spannandi dystin í Vestmanna ímóti VÍF. í Burn-deildini.

2022-04-02 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Spenningurin var í hæddini, dysturin var sera spennandi frá byrjan til enda. Eftir vanliga leiktíð var støðan 28-28, so skuldi leikast 2x5 minuttir, tá gjørdist støðan 31-31, so var farið undir brotskastkapping, tá vunnu klaksvíksingar 35-34 og vunnu sostatt bronsuheiðursmerkir.

Hetta merkti samstundis, at tað er fyrstuferð í søguni hjá felagnum, at liðið hevur vunnið heiðursmerki í landskappingini til Klaksvíkar.

Tillukku Team Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder