Ítróttur

TB aftur á triðjaplássinum 

Við 3-0 sigri á Ternuni sunnudagin vann TB sær triðjaplássið aftur, eftir at SÍ hevði havt tað til láns í eitt samdøgur. Bæði hava tó 9 stig, men TB hevur betri settmun. Haraftrat  hevur TB spælt ein dyst færri.  

2023-12-04 16:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Føroya Tele-deildin, kvinnur

TB-Ternan 3-0 (25-14, 26-24, 25-17)

TB gjørdi skjótt av í fyrsta setti og fór frá 7-5 upp á 15-9, áðrenn settið varð vunnið 25-14. Men í øðrum setti fekk TB rættiliga mótstøðu. TB var á odda 10-7 og 14-10, áðrenn tað eydnaðist Ternuni at javna til 18-18. TB togaði seg framum aftur, men Ternan javnaði aftur til 21-21, 23-23 og 24-24. TB legði seg enn einaferð á odda og fekk settbólt, og hann smassjaði  Johanna Christiansdóttir í blokkin og út til 26-24 til TB. 

Triðja sett var rímiliga javnt fyrstu løtuna, men so líðandi streyk TB avstað, og 8-8 gjørdist til 12-8 og 15-11, áðrenn tað veruliga skrædnaði millum liðini, og TB vann 25-17. 

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur: 

Lið 

Dystir 

Settmunur 

Stig 

Dráttur 

16 

17 

Fleyr 

13 

TB 

SÍ 

KÍF 

-6 

Mjølnir 

-7 

Ternan 

-15 



-------------
Mynd: TB


----------------------------------
Flogbóltssamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder