Ítróttur

Tann sjálvbodni

“Eg tími hetta væl, og vil gjarna hjálpa felagnum á hendan hátt"

2024-03-07 15:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

“Eg tími hetta væl, og vil gjarna hjálpa felagnum á hendan hátt"

Dann Fróðason hevur íðkað fótbólt alt lívið, og hevur eisini verið partur av 07 Vestur síðani felagið bleiv stovnað. Fyri tveimum árum síðani bleiv hann skaddur, og er hetta nakað ið hann tíverri dragist við enn
Men hetta hevur ikki hildið honum vekk frá felagsskapinum í felagnum, og er hann í dag bæði venjari hjá U11/13, og liðleiðari hjá mansliðnum í Betri-deildini. Tí sum hann sigur “Eg elski at vera partur av hópinum, sjálvt um eg ikki fái spælt sjálvur.”

Dann er ein týdningarmikil partur av hópinum hjá besta mansliðnum, har hann hevur ábyrgdina av at gera alt klárt til hópin, soleiðis at leikararnir ongantíð mangla nakað.
Tað er eisini ein uppgáva ið tekur tíð, og brúkar Dann uml 10-12 tímar um vikuna sum liðleiðari. Hann ger alt tað praktiska klárt til dystir. Hann ger skiftirúmið klárt og syrgir fyri at alt er tøkt, sum skal brúkast. Eisini vaskar hann klæðini hjá liðnum, og hevur alt samskifti við veitaran av klæðum, og syrgir fyri at klæðir hjá spælarum eru uppá pláss bæði til dyst og venjin.

Eitt arbeiði ið als ikki kann undirmetast, og við nógvum venjingum og dystum er hetta sera virðismikið fyri at felagið kann røkka sínum ítróttarligu málum.

ÍSF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder