2024-09-21 09:50
Talvsamband Føroya:
Tað bleiv ein góður dagur hjá føroysku telvarunum í Budapest í gjár. Fyrst tryggjaði Høgni Egilstoft Nielsen sær sín triðja IM-norm, sum fer at vissa honum heitið sum altjóða meistari (IM). Og í øðrum lagi vunnu Føroyar dystin á Luksemburg. Remis á trimum borðum, og so vann Rógvi avgerandi talvið og harvið dystin.
Sigurin ber í sær, at Føroyar nú hava otað seg fram á 48 pláss í røðini av teimum 188 londunum í kappingini. Føroyar hava ellivu stig fyri fimm vunnar dystir, ein javnan og tríggjar taptar. At enda nummar 48 hevði verið sera flott úrslit, men tvey umfør eru eftir at telva.
Luksemburg (85) 1½ Føroyar (66) 2½
IM Michael Wiedenkeller (2406) Høgni Egilstoft Nielsen (2379) ½ – ½
WGM Elvira Berend (2219) Rógvi Egilstoft (2278) 0 – 1
Marc Mertens (2120) IM John Rødgaard (2273) ½ – ½
Pierre Gengler (2097) Luitjen Akselsson Apol (2219) ½ – ½
John Rødgaard lýsir dystin soleiðis:
Níggjunda umfar í OL gjørdist ein minniligur dagur í føroyskari telvving. Høgni Egilstoft Nielsen lýkur nú allar treytir fyri at verða tilnevndur altjóða meistari.
Talvið móti svenska-luksemburgska Wiedenkeller bleiv spennandi. Høgni telvaði Benoni, sum verður hildið at vera ivasamt, men okkara maður var væl fyrireikaður. Tá rókurin á b4 ikki slapp heim aftur, offraði Høgni hann fyri svarta bispin hjá hvítum. Og nú sást brátt, at Wiedenkeller hevði mist kraftina í virkna spælinum, og at býtismunurin, hann vann, var einki kvetti. Tá sviin legði upp til leikendurtøku, tók Høgni rímiligt av, tó at hann í veruleikanum hevði munin í støðuni. Instruktivt talv.
Rógvi hevði aftur eitt talv til lærubókina. 11. Bxd5! Svartur hevur nú tvinnar kostir; antin at átaka sær veika finnustøðu ella at lata Rógva virkið spæl. Tað bleiv tað fyrra. Rógvi styrkti nú stigvíst um støðu sína. Allir menn hjá hvítum søktu at veiku svørtu puntunum hjá svørtum, sum alt hitt svarta fólkið vardi. Hvat gert tú so? Tú laverar. Tað er, at tú melur í klingur, til mótstøðumaðurin villist. So líðandi møðist tú, fært tú ikki annað enn vart teg uttan at eiga nakran skapandi leik. Hey, nú sást ein leki har, so líðandi gekk mótstøðumaðurin til grundar.
Eg telvaði eina byrjan, sum eg í fyrireikingunum til OL hevði avrátt ikki at nýta. Men hvat, nú bar til og brátt hevði eg greiðan fyrimun. Eg hevði ymsar møguleikar at vinna, men fór so at ivast og himprast, og endin var, at eg valdi ein tryggan remis.
Luitjen spældi aftur eitt lívligt og margháttligt talv, ella rættari mótstøðumaðurin. Hann flutti í skundi fleiri leikir í einum frábrigdi, sum var móti eitt stutt skifti fyri útivið fjøruti árum síðani. Hví hetta frábrigdi fór av aftur móta, veit eg ikki, tí tað sær væl spælandi út. Luitjen hevði eitt baks av støðuni. Tað bylgdist báðar vegir, men tó eydnaðist honum at fáa í lag eitt hættisligt kongsálop. Mótstøðumaðurin mátti til endans offra frúnna fyri annan rókin, men afturfyri hevði hann tvær vandamiklar frífinnur. Tær kundu ikki steðgast, og tí mátti Luitjen skáka mótstøðumannin upp í saman, so at talvið endaði javnt.
Høgni – triði føroyski IM-arin
Endiliga lukkaðist tað.
27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú IM-ari í talvi. Formliga tilnevningin verður einaferð í næstum. Leingi hevur verið bíðað, men nú er málið rokkið. Føroyar hava fingið sín triðja altjóða meistara í talvi. Telja vit Helga Dam Ziska við, sum nú er stórmeistari, so verða tað fýra.
John Rødgaard gjørdist IM-ari í 1990. John Arni Nilssen var næstur í 2006, so kom Helgi Dam Ziska í 2007 – bara 17 ára gamal – og nú Høgni.
Tríggir sonevndir IM-normar eru kravdir til IM-heitið. Høgni vann fyrsta normin í stóru svensku kappingini Rilton Cup í 2017. Annar normurin kom árið eftir í stóru altjóða kappingini Faroes Open í Kollafirði. Men so máttu vit bíða í heili sjey ár eftir triðja norminum, og hann kom í dag.
So er eitt annað krav. Og tað er, at tú vinnur teg upp á 2400 í rating. Tann setningurin var rokkin í 2018, sama ár sum annar normurin kom. Hægsta styrkital hjá Høgna hevur verið 2416, tað hevði hann í desember 2019. Í august 2023 datt Høgni niður um aftur 2400, og enn er hann ikki sloppin upp aftur á 2400, men nú nærkast hann av álvara aftur.
Høgni hevur nú í fleiri ár verið næstbesti telvari í Føroyum. Hann var næstan eitt slag av føroyskum talvundurbarni. Hann telvaði 12 ára gamal í FM-landsliðsbólkinum í 2010 – og bleiv nummar trý! Í 2014 vann hann føroyameistaraheitið fyri einstaklingar 16 ára gamal – sum hin yngsti nakrantíð. Og tað var ikki við mýkindum – hann vann við fullum stigatali. Tað er eindømi síðan farið var í 1972 at telva um árliga FM-heitið í talvi.
Høgni og Rógvi eru synir Torkil Nielsen, ið sjálvur var av bestu telvarum í Føroyum í síni tíð.
Avstralia er næst
Nú føroyska liðið hevur strítt seg so langt fram í røðina, er greitt, at vit fáa dygga mótstøðu í næstsíðsta umfari leygardagin.
Vit møta Avstralia, sum er styrkismett nummar 37. Teir hava fýra stórmeistarar og ein altjóða meistara á liðnum. Miðalstyrkitalið er 2526.
Hetta verður okkara fimti dystur móti Avstralia. Vit hava tapt allar. Longu á fyrstu olympiaduni hjá Føroyum í 1970 høvdu vit fyrsta dystin. Vit taptu 4-0, men Henry Olsen kundi vunnið á 1 borði móti hinum seinni so kenda Walther Browne, ið fleiri ferðir umboðaði USA á talv-OL. Henry kundi vunnið talvið í einum leiki, men hvørgin varnaðist standin, og so endaði tað, sum øll væntaðu – 4-0 til Avstralia.
Annar dysturin var í Buenos Aires í 1978. Avstralia var sterkasta lið, sum vit møttu ta ferðina. Vit fingu eitt remis – Luitjen Apol telvaði javnt móti Max Fuller á øðrum borði. Sama var í Luzern í 1982, hesaferð var tað Súni Ziska, sum gav okkum hálva stigið á triðja borði. Súni snýtti til endans mótstøðumannin Darryl Johansen við einum rókaoffri og pattstøðu í sera drúgvum talvi.
Fjórði dysturin var í 2018. Tá var úrslitið 3-1. Helgi Dam Ziska remis á 1 borði móti Smirnov og Olaf Berg eisini remis á 3 borði.
OL-dystir móti Avstralia
1970 Føroyar – Avstralia 0 – 4
1978 Føroyar – Avstralia ½ – 3½
1982 Føroyar – Avstralia ½ – 3½
2018 Føroyar – Avstralia 1 – 3
India á gullkós
India telvaði í dag javnt 2 – 2 móti Usbekistan, sum vann OL seinast. Hetta er fyrsti dysturin, at India ikki vinnur. Teir eru tí einsamallir á odda, tvey stig undan trimum londum, sum eru næst í hølunum.
Í dag er stórdystur á skránni. Tá møttast toppliðini India og USA, sum eru styrkismett ovast. Vinnur USA verður øgilgur spenningur í síðsta umfari sunnudagin.
Norra tapti í dag 3 – 1 fyri Slovenia, og eru tí dragnaðir úr topp 10. Magnus Carlsen tapti óvæntað fyri russiska avhopparanum Fedoseev, sum Helgi Dam Ziska tapti fyri fyrradagin.
Oddaliðini eru hesi:
India 17 stig (dystarstig: 2 fyri vunnan dyst, 1 fyri javnleik).
USA 15
Usbekistan 15
Kina 15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald