Ítróttur

Talv: ST-Open verður í vikuskiftinum.

Sandavágs Talvfelag bjóðar til ST-Open

2022-10-26 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Innbjóðing til ST-Open


Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 2, ST Open, vikuskiftið 28.-30. oktober 2022

Stað:

Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági)


Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  28. oktober kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 1500kr

Nr. 2 1000kr

Nr. 3 500kr

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 28. oktober.

Tilmelding:

Tilmelding á [email protected], í seinasta lagi hósdagin 27. oktober kl. 20.00.


Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder