Ítróttur

Talv: Spennandi umfar er telvað í Vestmanna í dag.

Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í dag.

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina er byrjaður. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen(hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað við útsýni yvir vestmannasund.

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina er byrjaður. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen(hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað við útsýni yvir vestmannasund.

2023-01-08 22:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

Sandavágsmenn vunnu

Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í dag. 

Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini. 

Havnarmenn vóru favorittar til dystin í dag. Teir høvdu hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, kortini vóru vágamenn stinnari á degnum, og vunnu tepran sigur.

Mest óvæntaða úrslitið mundi koma á triðja borði. Olaf Berg, sum plagar at vinna á Silasi, tapti við svarta fólkinum í dag, hóast hann tóktist at hava fyrimunin við tveimum monnum fyri rók. Silas hevur fult stigatal í vetur - fýra stig í fýra dystum.

Havnarmenn høvdu Martin Poulsen við aftur í dag, men hann formáddi sær ov lítið móti føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen, sum við sigrinum í dag hevur fimm stig í fimm dystum.

Heldur ikki stórmeistarin vann á havnarliðnum í dag. Helgi Dam Ziska telvaði annars fínt. Hann trýsti við svarta fólkinum, vann eina finnu, hevði fyrimunin, men torført var kortini at vinna støðuna, og sær sjálvum líkur, stríddist Rógvi av øllum alvi og helt remis. 

Einasti á meistaraliðnum hjá Havnini, sum vann, var Luitjen Akselsson Apol á fjórða borði.

Hini úrslitini í 1. deild komu helst eisini heldur óvart á. Kollfirðingar, sum eru niðast, vunnu ein flottan sigur á B-liðnum hjá klaksvíkingum, sum annars hevur staðið seg væl higartil, og B-liðið hjá Havnini vann á A-liðnum í Klaksvík.

Dystirnir í 1. deild í dag:

5. Umfar tann 2023/01/08 kl. 14:00
Bo.3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg-6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg1½:2½
1.1GM

Ziska, Helgi Dam
2543-FM

Egilstoft, Rogvi
2274½ - ½
1.2FM

Poulsen, Martin
2311-FM

Nielsen, Hogni Egilstoft
23940 - 1
1.3FM

Berg, Olaf
2204-

Eydsteinsson, Silas
20500 - 1
1.4

Apol, Luitjen Akselsson
2113-

Nielsen, Jon I Horni
20231 - 0
Bo.4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg-2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg2½:1½
2.1FM

Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2158-

Simonsen, Olavur
2189½ - ½
2.2

Jogvansson, Hjalti Toftum
2018-

Nolsoe, Rani
20811 - 0
2.3

Mortensen, Rogvi
1993-

Petersen, Terji
2043½ - ½
2.4

Hansen, Herluf
1994-

Olsen, Wille
2011½ - ½
Bo.5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg-1  Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg1 : 3
3.1

Gregersen, Hedin
1919-

Djurhuus, Arant
17910 - 1
3.2

Gaard, Ingolf
1913-

Morkore, Rogvi
17360 - 1
3.3

Tummasarson, Flovin M.
1750-

Thomsen, Bernhard
19881 - 0
3.4

Finnsson, Egil
0-

Jacobsen, Eivind
16990 - 1


1. deild -  støðan eftir fimta umfar

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 

3

4
16,510
2Havnar Telvingarfelag 1
 *  * 


4
148
3Klaksvíkar Talvfelag 2½

 *  * 4
2
1
93
4Havnar Telvingarfelag 21

0
 *  * 

7,54
5Klaksvíkar Talvfelag 1½
½
2

 *  * 
73
6Kollafjarðar Talvfelag 10
0
3


 *  * 62


Vágamenn gera bart

Tað er ikki bara í fremstu deildini, at Sandavágs Talvfelag er á odda. Sama er í næstbestu deildini. 

Vágamenn vunnu toppdystin á vestmenningum, og stevna nú móti uppflyting í bestu deildina við einum liði aftrat.

Tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at Sandavágs Talvfelag ikki hevur havt tvey lið í fremstu deildini. Tað høvdu teir bæði í 2012 og 2016. 

Dystirnir í 2. deild í dag:


5. Umfar tann 2023/01/08 kl. 14:00
Bo.3  Kollafjarðar Talvfelag 2Rtg-6  Havnar Telvingarfelag 3Rtg2 : 2
1.1

Joensen, Jogvan Martin
1776-

Berg, Margar M.
19120 - 1
1.2

Joensen, Hans Petur
1761-

Dalsgard, Arnbjorn O
18381 - 0
1.3

Jacobsen, Markus
1364-

Naes, Jogvan
17251 - 0
1.4

Olsen, Kaj
1671-

Guttesen, Joannes
17140 - 1
Bo.4  Vestmanna Talvfelag 1Rtg-2  Sandavágs Talvfelag 2Rtg1½:2½
2.1

Olsen, Alfred A.
1800-

Berg, Runar
21320 - 1
2.2

Durhuus, Kari O.
1754-

Nielsen, Torkil
20860 - 1
2.3

Mikkelsen, Jon
1741-

Atlason, Jon Havbo
18211 - 0
2.4

Hansen, Hanus I
1774-

Wiberg, Ingi
1765½ - ½
Bo.5  Klaksvíkar Talvfelag 3Rtg-1  Havnar Telvingarfelag 4Rtg2½:1½
3.1

Gregersen, Einar
1846-

Jacobsen, Suni
18411 - 0
3.2

Solsker, Tummas M.
1837-

Poulsen, Poul
16901 - 0
3.3

Kalso, Steffan
1583-

Hansen, Johan E.
16290 - 1
3.4

Olsen, Rogvi Heinason
1400-

Christiansen, Ragnar
1613½ - ½



2. deild - støðan eftir fimta umfar
Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 2 *  * 
3

2
3
139
2Vestmanna Talvfelag 1
 *  * 


3
116
3Klaksvíkar Talvfelag 31

 *  * 2


10,55
4Kollafjarðar Talvfelag 2

2
 *  * 
2
9,54
5Havnar Telvingarfelag 42



 *  * 1
8,53
6Havnar Telvingarfelag 31
1
½
2
3
 *  * 7,53
Hinar deildirnar

Um 3. - og 4. deild er í stuttum at siga, at spenningurin er ikki sørur, tí stutt er á muni millum liðini, serliga millum oddaliðini. Í 3. deild stendur kappingin serliga millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki, og teimum kring Runavík, men bæði Sandavágur og Toftir eru beint í hølunum á teimum.

Í 4. deild stendur á jøvnum í oddanum millum gøtumenn og klaksvíkingar. Í unglingadeildini eru havnardreingir fremstir við sandavágsdreingjum í hølunum á sær.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com

Telvað verður aftur í liðkappingini 22. januar.

3. deild - støðan eftir fimta umfar

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Talvfelagið Rókur 1 *  * 
3
0
3

128
2Kongshavnar Talvfelag 1½
 *  * 



11,56
3Sandavágs Talvfelag 41

 *  * 


116
4Tofta Talvfelag 14
½

 *  * 1
4
114
5Kollafjarðar Talvfelag 31
½
½
3
 *  * 
7,54
6Sandavágs Talvfelag 3


0

 *  * 72


4. deild - støðan eftir fýra umfør
Rk.Lið12345678910 TB1  TB2 
1Gøtu Talvfelag 1 * 
3
34


12,58
2Klaksvíkar Talvfelag 4
 * 

3

4412,56
3Havnar Telvingarfelag 5
 * 


33
411,56

Vestmanna Talvfelag 21

 * 

43
11,56
5Talvfelagið Rókur 2
1

 * 

339,56
6Klaksvíkar Talvfelag 51


 * 
24
9,55
7Gøtu Talvfelag 20
1½

 * 

45,52
8Tofta Talvfelag 2

1012
 * 

41
9Kongshavnar Talvfelag 2
0
10

 * 
2,50
10Talvfelagið Rókur 3
00
1
0

 * 10


Unglingar - støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Havnar Telvingarfelag 1 *  * 2



4
4
13,57
2Sandavágs Talvfelag 12
 *  * 2
3


3
106
3Klaksvíkar Talvfelag 1

2
 *  * 2
3


74
4Gøtu Talvfelag 1½
1
2
 *  * 2


5,52
5Havnar Telvingarfelag 20


1
2
 *  * 1
41
6Sandavágs Talvfelag 20
1




2
 *  * 32

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder