2024-10-15 09:00
Suni Merkistein:
18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag hevur nú yvirhálað bæði John Rødgaard og Rógva Egilstoft á føroyska landsliðnum, og hevur otað seg fram á triðja plássið á føroyska styrkilistanum.
Fyri frálíka OL-úrslitið, ið eisini tryggjaði honum ein IM-norm, forvinnur Luitjen í alt 111 ratingstig. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft ganga eisini fram við ávíkavist tíggju og tólv stigum. Høgni tryggjaði sær sum kunnugt heitið sum altjóða meistari (IM) á OL.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska gongur tíggju stig aftur, og John Rødgaard gongur fimtan stig aftur.
Føroyar standa nummar 76 av teimum 203 londunum, ið skrásett eru á yvirlitinum hjá altjóða talvsambandinum FIDE. Útrokningin er grundað á miðaltalið hjá fremstu tíggju telvarunum í hvørjum landi. Í OL-kappingini í Ungarn herfyri endaðu Føroyar nummar 52 av 188 londum.
Snópisliga tapið hjá Helga Dam Ziska í fyrsta umfari, tá hann gloymdi klokkuna í vunnari støðu í dystinum móti Santa Lucia, kostaði honum tey tíggju stigini, ið hann nú gekk aftur. Hann er kortini stavnin undan sterkasta íslendinginum, Vignir Vatnar Stefansson, sum við styrkitalinum 2541 er hálvthundrað ratingstig fremri enn hin næstbesti av íslendsku stórmeistarunum.
Niðanfyri sæst hvørjir okkara fremstu tíggju telvarar eru. Nevnast kann, at John Arni Nilssen, sum er altjóða meistari, er gliðin av listanum, sama er Olaf Berg. Hevur tú einki kappingartalv telvað í eitt ár, glíður tú av listanum. Soleiðis eru FIDE-reglurnar. Talið stendur kortini, og so títt og knapt, at tú aftur er virkin, ert tú aftur á listanum.
Nakrir á føroyska topp 10 listanum búgva og telva í Danmark. John Rødgaard situr á 1.borði hjá Esbjerg Skakklub í næstbestu donsku deildini, Jóan Hendrik Andreasen telvar við Brønshøj Skakforening, stundum í bestu deildini, Skakligaen. Hartil er Flóvin Tór Næs álitið hjá Haslev Skakklub, sum telvar í lægri deild.
Í styrkilistunum, sum tey tíggju virknu talvfeløgini í Føroyum hava latið Talvsambandinum, nú landskappingin er byrjað, sæst, at í alt 358 telvarar eru virknir í Føroyum í løtuni. Tá eru ikki øll børnini, sum telva, íroknað.
10 teir bestu (oktober 2024)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2543
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2389
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 2330
4. Rógvi Egilstoft, ST 2290
5. IM John Rødgaard, VT 2258
6. Martin Poulsen, HT 2258
7. Ólavur Simonsen, KTF 2195
8. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2189
9. Flóvin Tór Næs, HT 2186
10. Carl Eli N. Samuelsen, HT 2184
Landskappingin byrjað
Um vikuskiftið vóru dystirnir í fyrsta umfari í liðkappingini telvaðir í 1.- 2.- og 3 deild. Kappingin í 4 deild byrjar seinni.
1 deild:
HT (1) - HT (2) 4 - 0
KTF (1) - KTF (2) 3½ - ½
KT - ST 1 - 3
Hvørgin av OL-telvarunum hjá Havnar Telvingarfelag, Helgi Dam Ziska og Luitjen Akselsson Apol, vóru við í gjár. A-liðið hjá Havnini gjørdi bart móti B-liðnum. Á liðnum vóru Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson, Hjalti Toftum Jógvansson og Herluf Hansen.
A-liðið hjá klaksvíkingum gjørdi eisini bart í innanhýsis dystinum móti Klaksvík B. Manningin á A-liðnum var Ólavur Simonsen, Rani Baldursson, Heðin Gregersen og Terji Petersen.
Sandavágsmenn vunnu greiðan sigur á uppflytaranum úr Kollafjarðar Talvfelagið. Rógvi Egilstoft var ikki við. Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen vunnu, men á 4 borði hjá Kollafirði vann unglingin Markus Jacobsen á fleirfalda føroyameistaranum Torkil Nielsen.
2 deild
Kongshavn - Klaksvík ½ - 3½
Toftir - Sandavágur 2½ - 1½
HT (3) - HT (4) 1½ - 2½
Her kann nevnast, at tveir fyrrverandi føroyameistarar vóru á liðnum hjá Tofta Talvfelag - Jens Chr. Hansen og Bogi Ziska. Hinir vóru Andrias Danielsen og Andreas Andreasen. Við slíkari manning kundi væl hent seg, at toftamenn aftur stevna móti fremstu deildini. Men Jens Christian og Bogi eru báðir siglandi menn, so teir fáa neyvan verið fastir menn í vetur.
3 deild
ST - KT ½ - 3½
GT - HT 1½ - 2½
Rókur - VT 3 - 1
Telvað verður aftur í landskappingini 27. Oktober. Dystirnir í 1 deild í 2 umfari eru hesir:
Sandavágur - Havnin (2)
Klaksvík (2) - Havnin (1)
Kollafjørður - Klaksvík (1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald