Ítróttur

Talv: Sandavágur og Havnin í flokki fyri seg

Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini.

2022-12-02 16:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

Tey bæði liðini vinna stórsigrar á hinum kappingarneytunum, og nú verður bíðað eftir fyrra innanhýsis toppdystinum í fimta umfari. Men hann verður ikki fyrr enn eftir nýggjár. 


Dimma.fo | Sandavágur og Havnin telva finalu í morgin
Hesir dystirnir verða aftur avgerandi í vetur - innanhýsis toppdystirnir millum sandavágsmenn og havnarmenn. Á myndini eru vágamenn vinstrumegin, úr erva Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen. Havnarmenninir eru úr erva høgrumegin Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol, standandi.


Stórsigrar

Sandavágur og Havnin gjørdu bæði bart í fjórða umfari. 

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar heili 3½-½ í Skákinum á Akursmørk. Og sama gjørdu vágamenn við B-liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild. 

Á FM-liðnum hjá Havnini vunnu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol allir sannførandi á fremstu trimum borðunum, men á fjórða borði var remis millum Carl Eli Samuelsen og Willa Olsen.

Tað var eisini á fjórða borði, at tað bragdaði hjá hinum klaksvíksliðnum. Ingolf Gaard hevur verið álitið á liðnum, hesaferð telvaði hann remis móti Torkil Nielsen. Á ovaru borðunum vunnu sandavágsmenn. Brøðurnir Rógvi og Høgni hava báðir fult stigatal higartil eftir fýra dystir.

Í triðja dystinum vann Havnin B á kollfirðingum. Veteranurin Hanus Joensen, føroyameistari 1977, var hin einasti, sum vann av kollfirðingum.

Dystirnir í fjórða umfari í 1. deild vóru hesir:


4. Umfar tann 2022/11/27 kl. 14:00
Bo.6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg-5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg3½: ½
1.1FM

Egilstoft, Rogvi
2274-

Baldursson, Rani
20121 - 0
1.2FM

Nielsen, Hogni Egilstoft
2394-

Vang, Finnbjorn
19941 - 0
1.3

Eydsteinsson, Silas
2050-

Gregersen, Hedin
19191 - 0
1.4

Nielsen, Torkil
2091-

Gaard, Ingolf
1913½ - ½
Bo.1  Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg-4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg1½:2½
2.1

Djurhuus, Arant
1791-

Mortensen, Rogvi
19930 - 1
2.2

Thomsen, Bernhard
1988-

Hansen, Herluf
19940 - 1
2.3

Joensen, Hanus
1773-

Joensen, Oli
17631 - 0
2.4

Olsen, Kaj
1676-

Guttesen, Joannes
1710½ - ½
Bo.2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg-3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg½ :3½
3.1

Simonsen, Olavur
2189-GM

Ziska, Helgi Dam
25430 - 1
3.2

Nolsoe, Rani
2081-FM

Berg, Olaf
22040 - 1
3.3

Petersen, Terji
2043-

Apol, Luitjen Akselsson
21130 - 1
3.4

Olsen, Wille
2011-FM

Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2171½ - ½


1. deild - støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 



3
4
148
2Havnar Telvingarfelag 1

 *  * 


4
12,58
3Klaksvíkar Talvfelag 2½

 *  * 2
4


83
4Klaksvíkar Talvfelag 1½
½
2
 *  * 


5,53
5Havnar Telvingarfelag 21

0


 *  * 
52
6Kollafjarðar Talvfelag 10
0




 *  * 30

Sandavágs Talvfelag er á odda við 14 stigum, Havnar Telvingarfelag er næst við 12½ stigi. Haðani er fitt glopp aftur til Klaksvíkar Talvfelag, sum á triðja plássi hevur 8 stig.

Telvað verður ikki aftur fyrr enn 8. januar 2023. Tá eru dystirnir í fimta umfari fyri. Og tá bresta Havnin og Sandavágur saman. Eftir fimta umfar, er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og seinasta umfar verður 18. mars.

Dystirnir í fimta umfari verða hesir:

5. umfar (8. januar)
Havnin - Sandavágur
Havnin 2 - Klaksvík 1
Klaksvík 2 - Kollafjørður



Hinar deildirnar

Í 2. deild er Sandavágs Talvfelag á odda. Higartil hevur ikki eydnast sandavágsmonnum at hava tvey lið í bestu deildini, men kanska verður tað veruleiki komandi kappingarár. Men vestmenningar fara helst at geva teimum ein skarpan gang.

Í 3. deild stendur á jøvnum millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki og Tofta Talvfelag, men stutt er aftur til Sandavágs Talvfelag og Kongshavnar Talvfelag.

Í 4. deild eru gøtumenn fremstir, og í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.

Nú er steðgur í landskappingini í øllum deildum til eftir nýggjár.


2 deild - støðan
Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 2 *  * 

3

2
3
10,57
2Vestmanna Talvfelag 1

 *  * 


3
9,56
3Klaksvíkar Talvfelag 31

 *  * 2



83
4Kollafjarðar Talvfelag 2

2
 *  * 


7,53
5Havnar Telvingarfelag 42




 *  * 1
73
6Havnar Telvingarfelag 31
1
½


3
 *  * 5,52


3 deild - støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Talvfelagið Rókur 1 *  * 0
3

3


9,56
2Tofta Talvfelag 14
 *  * 

½
1
4
9,54
3Sandavágs Talvfelag 41


 *  * 


8,54
4Kongshavnar Talvfelag 1½


 *  * 


84
5Kollafjarðar Talvfelag 31
3
½


 *  * 
74
6Sandavágs Talvfelag 3

0



 *  * 5,52


4 deild - støðan

Rk.Lið12345678910 TB1  TB2 
1Gøtu Talvfelag 1 * 

3
4


9,56
2Klaksvíkar Talvfelag 5
 * 



24
8,55
3Klaksvíkar Talvfelag 4
 * 

3


48,54
4Vestmanna Talvfelag 21

 * 


43
84
5Havnar Telvingarfelag 5


 * 
33

7,54
6Talvfelagið Rókur 2

1

 * 

36,54
7Gøtu Talvfelag 20


1
 * 

452
8Tofta Talvfelag 2
2
01

 * 

31
9Kongshavnar Talvfelag 2
0
1


 * 
2,50
10Talvfelagið Rókur 3

0

10

 * 10


Unglingar - støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Havnar Telvingarfelag 1 *  * 2



4
4
13,57
2Sandavágs Talvfelag 12
 *  * 2
3


3
106
3Klaksvíkar Talvfelag 1

2
 *  * 2
3


74
4Gøtu Talvfelag 1½
1
2
 *  * 2


5,52
5Havnar Telvingarfelag 20


1
2
 *  * 1
41
6Sandavágs Talvfelag 20
1




2
 *  * 32

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder