Ítróttur

Talv: Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi er byrjað. Tvey umfør eru avgreidd, og í morgin er triðja umfar á skránni.

2022-11-05 20:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talv, Suni Merkistein skrivar:

Í 1. deild er gongdin tann vanliga. Vágamenn leypa avstað. Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru sær sjálvum líkir seinir í byrjanarspurtinum, og liggja longu eina hálva bátslongd aftanfyri Sandavág.  Og uppflytararnir - Kollafjarðar Talvfelag - hava sum væntandi var ilt við at standa seg móti hinum.


Níggju feløg - 350 telvarar

Í alt eru níggju talvfeløg við í landskappingini í vetur. Telvað verður í fimm deildum. Talið á tilmeldaðum telvarum í hesum feløgunum liggur um 350 í alt.

Feløgini eru her sett upp eftir flestum telvarum á styrkilistanum:

Havnar Telvingarfelag (68)
Sandavágs Talvfelag (52)
Rókur (46)
Klaksvík (42)
Kollafjørður (38)
Kongshavn (31)
Vestmanna (29)


Gøta (26)
Toftir (26)


Ættarliðsskifti í Vágum

Eitt ávíst ættarliðsskifti hómast nú í Sandavági. 

Unglingin Jón í Horni Nielsen hevur fingið kjansin á besta liðnum í vetur, og hann hevur higartil fulla úrtøku. Torkil Nielsen telvar nú á øðrum liði. 

Íslendingurin Rúnar Berg, sum fyrr hevur telvað við klaksvíkingum, er nú komin upp í hjá sandavágsmonnum, og hevur telvað bæði í 1.- og 2. deild. Sandavágsmenn halda framvegis fast um "skeivu" uppstillingina á toppborðunum, har Rógvi Egilstoft situr á 1. borði og Høgni Egilstoft Nielsen - føroyameistari og hægri styrkital enn eldri bróðirin - á 2. borði. Báðir hava vunnið í fyrstu tveimum umførunum.

Hjá havnarmonnum hevur vanliga fráfallið longu spøkt. Martin Poulsen hevur ikki verið við enn, og Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol hava bara telvað annan av tveimum dystum.

Roysni.fo | Sandavágs Talvfelag føroyameistari
Fastir fúsir hjá Sandavágs Talvfelag. F.v.: Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen.

1. deild - støðan
Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 





3
4
74
2Havnar Telvingarfelag 1

 *  * 





54
3Klaksvíkar Talvfelag 1



 *  * 2



4,53
4Klaksvíkar Talvfelag 2


2
 *  * 



3,51
5Havnar Telvingarfelag 21





 *  * 

2,50
6Kollafjarðar Talvfelag 10







 *  * 1,50


Dystir í 3. umfari (6. november)
Klaksvík 1 - Sandavágur
Havnin 1 - Kollafjørður
Havnin 2 - Klaksvík 2


Topp 3

Tað eru trý talvfeløg, sum eru í flokki fyri seg í Føroyum. Havnin, Sandavágur og Klaksvík. Rokna vit miðaltalið á fremstu átta telvarunum í hesum trimum feløgunum, sæst, at Havnar Telvingarfelag er greiður favorittur - miðaltalið sett í klombrum.

Men alt hetta skal takast við fyrivarni, tí summir av telvarunum í hesum yvirliti, búgva ikki í Føroyum, og eru tí lítið og einki við í føroysku kappingini. Og í øðrum lagi, eru allir ikki tøkir sum fastir menn hjá sínum felag.


Havnar Telvingarfelag (2234)
1. Helgi Dam Ziska 2543
2. Martin Poulsen 2311
3. Olaf Berg 2204
4. Flóvin Tór Næs 2204
5. Luitjen Akselsson Apol 2113

6. Jóan Hendrik Andreasen 2187
7. Carl Eli Samuelsen 2171
8. Sjúrður Thorsteinsson 2139


Sandavágs Talvfelag (2150)
1. Rógvi Egilstoft 2274
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2394
3. John Arni Nilssen 2321
4. Silas Eyðsteinsson  2050
5. Rúnar Berg 2132
6. Torkil Nielsen 2086
7. Jón í Horni Nielsen 2023
8. Bernhard Augustinussen 1988

Klaksvíkar Talvfelag (2060)
1. Ólavur Simonsen 2189
2. Eyðun Nolsøe 2163
3. Rani Nolsøe 2081
4. Terji Petersen 2043
5. Rani Baldursson 2012
6. Wille Olsen 2011
7. Finnbjørn Vang 1994
8. Steintór Rasmussen 1990


Hinar deildirnar

Telvað verður í fimm ymsum deildum í vetur. Vaksnamannadeildirnar eru fýra, og so er eisini ein unglingadeild. Higartil hava tvey umfør verið í fremstu trimum deildunum. Tíggju lið eru í 4. deild og seks lið í unglingadeildini.


2. deild - støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Vestmanna Talvfelag 1 *  * 

3





5,54
2Sandavágs Talvfelag 2

 *  * 



2
3
53
3Havnar Telvingarfelag 31


 *  * 

3


42
4Kollafjarðar Talvfelag 2




 *  * 

2
3,51
5Havnar Telvingarfelag 4

2
1


 *  * 

31

Klaksvíkar Talvfelag 3

1


2


 *  * 31
3. umfar (6. november)
Vestmanna - Klaksvík
Sandavágur - Havnin 3
Kollafjrøður - Havnin 4


3. deild - støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Kongshavnar Talvfelag 1 *  * 







52
2Tofta Talvfelag 1½
 *  * 





4
4,52
3Sandavágs Talvfelag 4


 *  * 




42

Sandavágs Talvfelag 3




 *  * 


42
5Kollafjarðar Talvfelag 3






 *  * 1
3,52
6Talvfelagið Rókur 1

0




3
 *  * 32

3. umfar (6. november)
Kongshavn - Sandavágur 3
Rókur - Sandavágur 4
Kollafjørður - Toftir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder