2024-02-26 10:12
Talvsamband Føroya:
FM-spenningurin fánaði
Nú skal vilja illa til hjá havnarmonnum, vinna teir ikki FM-heitið í talvi um tvær vikur.
At hvørki havnarmenn ella sandavágsmenn fóru at vinna sínar dystir í dag, mundi fáur væntað.
Klaksvíkingar spiltu báðum spælið.
Annað lið hjá Klaksvíkar Talvfelag tók øll á bóli og vann á føroyameistaranum úr Sandavágs Talvfelag. FM-manningin úr Vágum var eitt sindur skerd í dag. Silas Eyðsteinsson hevði forfall, og Jón í Horni Nielsen var sjúkur, men tað er tað, sum kann henda.
Torkil Nielsen og Ingi Wiberg máttu tí av B-liðnum upp á A-liðið, men báðir taptu. Broytingin bøtti rímiligt heldur ikki um fyritreytirnar hjá øðrum liði hjá vágamonnum, sum var fyri dyggum ósigri í Havn.
Søti sigurin hjá klaksvíkingum á Sandavági er hin fyrsti hjá felagnum í fleiri ár. Heðin Gregersen og Ingolf Gaard vunnu á aftaru borðunum. Wille Olsen tryggjaði klaksvíkingum sigurin við at telva remis móti Høgna Egilstoft Nielsen.
Javnt millum Havnina og Klaksvík
Havnarmenn kundu gjørt bart í dag og vissað sær FM-heitið longu fyri seinasta umfar, men teir kendu heldur ikki sína vitjunartíð. Dysturin millum A-liðini hjá Havnini og Klaksvík á Finsen endaði javnur 2-2. Stórmeistarin legði havnarmenn á odda við at vinna á 1. borði skjótt og væl.
Á aftaru borðunum eydnaðist báðum Ranunum at halda tørn, og Terji Petersen gjørdist dagsins hetja á øðrum borði móti Martin Poulsen. Martin hevði evarska lítlan fyrimun og kýtti seg at vinna, men misti tráðin í tíðneyðini og endaði við at tapa.
B-liðið hjá Havnini vann stórsigur á B-liðnum hjá vágamonnum. Havnin 2 hevði styrkt seg við NM-silvurvinnaranum Luitjen Akselsson Apol á 1. borði. Úrslitini í 1. deild í dag bera í sær, at størri spenningur er í botnstríðnum enn í oddastríðnum fyri seinasta umfar.
Nú standa havnarmenn seg við eittans stigi í dystinum móti Sandavági í seinasta umfari. Vágamenn mugu vinna 3½-½, skulu teir endurvinna FM-heitið. Tað er ikki ómøguligt, men lítið trúligt.
1. deild - 9. umfar (25. februar)
Havnin (1) - Klaksvík (1) 2 - 2
Helgi Dam Ziska - Ólavur Simonsen 1 - 0
Martin Poulsen - Terji Petersen 0 - 1
Carl Eli Samuelsen - Rani Baldursson ½ - ½
Sjúrður Thorsteinsson - Rani Nolsøe ½ - ½
Klaksvík (2) - Sandavágur (1) 2½ - 1½
Haldur S. Johansen - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Wille Olsen - Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½
Heðin Gregersen - Torkil Nielsen 1 - 0
Ingolf Gaard - Ingi Wiberg 1 - 0
Havnin (2) - Sandavágur (2) 3½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Jón Atlason 1 - 0
Herluf Hansen - Jónfinn Thomsen 1 - 0
Suni Merkistein - Johnny Petersen ½ - ½
Heiðrikur Jacobsen - Hjalti Petersen 1 - 0
Støðan í 1. deild (eftir 9 umfør):
Havnin (1) 29 stig
Sandavágur (1) 26½
Klaksvík (1) 17½
Klaksvík (2) 12½
Sandavágur (2) 11½
Havnin (2) 11
Úrslitini í hinum deildunum í dag eru ikki tøk enn. Meira verður at frætta seinni á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Landskappingin í talvi endar 9. mars. Í 1. deild verður telvað soleiðis:
1. deild - 10. umfar (9. mars)
Sandavágur (1) - Havnin (1)
Klaksvík (1) - Havnin (2)
Sandavágur (2) - Klaksvík (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald