2022-10-01 15:31
Fyri níggjunda og seinasta umfar í morgin stendur á jøvnum millum Luitjen og spanska stórmeistaran Henderson de la Fuente Lance, sum umboðar Andorra. Teir hava átta stig hvør, og møtast í morgin í avgerandi innanhýsis talvi um hvør av teimum vinnur kappingina.
Luitjen vann fyrstu sjey talvini í eitt koyr, men í dag tapti hann fyri IM Fred Berend úr Luksemburg. Telvarin úr Andorra hevur tvey remis og seks sigrar.
Fyri talvið í dag hevði Luitjen forvunnið 116 ratingstig í hesari kappingini. Hann vinnur tí alt aftur, sum hann misti á olympiaduni í India í summar. Av sonnum stór sveiggj.
Tikið øll á bóli
Tað er ikki yvir at dylja, at ungi føroyingurin hevur lopið hvøkk á øll. Luitjen var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í kappingini. Við eru tveir stórmeistarar og ein altjóða meistari.
Smátjóðirnar í Evropa, sum eru við í hesum kappingum, eru Andorra, Luksemburg, Føroyar, Kýprós, Malta, Monako, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Tey hava øll eitt umboð hvørt í kappingini.
Føroyar hava staðið seg væl í hesum kappingum, bæði fyri einstaklingar og fyri landslið. Føroyingar hava vunnið mest í alt, bæði fyri lið og einstaklingar. Luitjen var eisini við á føroyska landsliðnum, sum í november/desember í fjør vann EM-stevnuna fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Malta saman við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Jón í Horni Nielsen. Harumframt hevur Helgi Dam Ziska vunnið einstaklingakappingina tvær ferðir. Hetta er fjórða kappingin av hesum slagi.
Og í morgin fáa vit at síggja, hvussu Luitjen fer at standa seg móti stóra favorittinum úr Andorra í avgerandi toppdystinum í seinasta umfari í Liktinstein.
EM-einstaklingar í talvi fyri smátjóðir 2022. Støðan fyri seinasta umfar í morgin.
Rk. | Name | Rtg | FED | 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | Pts. | TB1 | TB2 | TB3 | |
1 | Apol Luitjen Akselsson | 2113 | FAI | * | 1 | 1 | 0 | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 7 | 0 | 7 | 21,00 | ||
2 | GM | Henderson de la Fuente Lance | 2504 | AND | * | ½ | 1 | ½ | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 7 | 0 | 6 | 20,25 | |
3 | GM | Efimov Igor | 2360 | MNC | 0 | ½ | * | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 6,5 | 0 | 6 | 19,00 | |
4 | Mizzi Jack | 1863 | MLT | 0 | 0 | 0 | * | 1 | 1 | 1 | 1 | 1 | 5 | 1 | 5 | 12,00 | ||
5 | IM | Berend Fred | 2300 | LUX | 1 | ½ | 0 | 0 | * | 1 | 1 | ½ | 1 | 5 | 0 | 4 | 18,00 | |
6 | FM | Michaelides Konstantinos | 2304 | CYP | 0 | 0 | 0 | 0 | * | 1 | 1 | 1 | 1 | 4 | 0 | 4 | 5,50 | |
7 | CM | Kirby Peter J. | 2011 | GCI | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | * | 1 | 1 | ½ | 2,5 | 0 | 2 | 2,75 | |
8 | Frick Renato | 1875 | LIE | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | * | ½ | 1 | 1,5 | 0 | 1 | 1,00 | ||
9 | FM | Volpinari Danilo | 1929 | SMR | 0 | 0 | 0 | 0 | ½ | 0 | 0 | ½ | * | 1 | 0 | 0 | 3,25 | |
10 | Carpenter Paul A. | 1986 | JCI | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | ½ | 0 | * | 0,5 | 0 | 0 | 1,25 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald