Vinna

Talv: Freistin at melda seg til Rókur-Open er í kvøld

Rókur Open 2023

2023-01-12 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Komandi vikuskiftið 13.-15. januar 2023 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.


Tilmeldingar higartil: Chess-Results Server Chess-results.com – Rókur-Open 2023

7 umfør verða telvaði í kappingini. 3 kviktalv, sum verða telvaði fríggjakvøldið og 4 langtalv, sum verða telvaði leygardagin og sunnudagin.

Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 19.00 verða 3 kviktalv telvað.

Leygardagin kl. 10.00 og 15.00 verða 4 og 5 umfar telvað.

Sunnudagin kl. 13.30 og 17.00 verða 6 og 7 umfar telvað.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sek/leik

Langtalv: 90 min + 30 sek/leik

Vinningar:

  1. 1.500 kr. 
  2. 1.000 kr.
  3. 500 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á [email protected] ella sms til 740400, í seinasta lagi hóskvøldið 12. mars  kl. 20.00.


Møtið fjølment!

Talvfelagið Rókur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder