Ítróttur

Talv FM: Spenningur til síðsta leik

Støðan broyttist ikki í FM-stríðnum í talvi eftir sætta og næstsíðsta umfar skírisdag. 

2023-04-06 22:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu aftur í dag. Helgi er tí framvegis eitt hálvt stig fremri, men avgerðin um hvør av teimum verður føroyameistari fellur tí ikki fyrr enn á síðsta leikdegi í morgin langa fríggjadag.


Helgi telvaði aftur væl í dag. Spæluppleggið við svarta fólkinum tóktist heldur hvassari og meira dynamiskt enn vanligt. Hann fekk initiativ og álop, og Luitjen kendi seg noyddan at offra býtismun, skuldi hann ikki verða kollrendur í álopinum. Og eftir tað var Helgi eirindaleysur. Luitjen hevði tó fleiri vandamikil skot í byrsuni, men Helgi hevði roknað alt væl út.

Høgni gjørdi Helga kynstrið eftir og vann á Carl Eli. Høgni hevur ótrúlig evni at bjarga sær úr hættisligum støðum. Carl Eli hevði fyrimunin eftir at fjøruti leikir vórðu fluttir og ringasta tíðarneyðin var avhasað, men føroyameistarin er óvanliga snúin og blóðkaldur, tá ið hann stendur kroystur og hevur fyri neyðini at finna røttu leikirnar í knappari vend. 

Høgni hevur fleiri ferðir í hesari FM-kappingini hegnisliga loftað sær úr trongstøðum, og tað hendi aftur í dag. Carl Eli átti helst at vunnið støðuna, sum hann hevði fingið, tá ið einir 45 leikir vórðu fluttir, men við rygginum móti múrinum legði Høgni listilærdur fótonglar fyri Carl Eli, sum til endans var so ørkymlaður og sperdur, at hann misti tráðin og tapti.

Eldri beiggin, Rógvi, vann á Eyðuni. Talvið sýntist ógvuliga javnt við frúgvum og rókum á borðinum eftir at løttu menninir vóru uppbýttir, men brádliga eydnaðist Rógva at vinna eina finnu á miðjum borði, og so var sloppið. 

Martin Poulsen vann sítt fyrsta talv í dag. Mótstøðumaðurin var Olaf, sum tykist vera komin í eina ónda ringrás við fleiri tapum á rað. 

Oddafiskarnir í FM-kappingini síggjast her í OL-landsdysti í India í fjør summar. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft. Antin Helgi ella Høgni vinna. Avgerðin fellur í síðsta umfari Langa fríggjadagin.
Mynd: Arild Rimestad 
 
 

6. umfar (skírisdag)
Luitjen Akselsson Apol – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Carl Eli Samuelsen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1
Eyðun Nolsøe – Rógvi Egilstoft 0 – 1
Martin Poulsen – Olaf Berg 1 – 0

Støðan 
1. Helgi Dam Ziska, HT 5½
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5
3. Rógvi Egilstoft, ST 3½
4. Carl Eli Samuelsen, HT 3
5. Martin Poulsen, HT 2½
6. Eyðun Nolsøe, KTF 2
7. Luitjen Akselsson Apol, HT 1½
8. Olaf Berg, HT 1
 

Støðan í FM-bólkinum fyri seinasta umfar

Rk.
NavnEloLand12345678Stig TB1  TB2 
1GMZiska, Helgi Dam2545FAI*½111
115,514,002,5
2FMNielsen, Hogni Egilstoft2407FAI½*½1
111512,002
3FMEgilstoft, Rogvi2298FAI0½*
11103,58,500,5
4FMSamuelsen, Carl Eli Nolsoe2153FAI00
*½½1134,750
5FMPoulsen, Martin2300FAI0
0½*½½12,54,250,5
6
Nolsoe, Eydun2174FAI
00½½*0123,750,5
7
Apol, Luitjen Akselsson2143FAI0000½1*
1,53,250
8FMBerg, Olaf2211FAI001000
*13,501

Stórfingið drama

At avgerðin í FM-stríðnum ikki fellur fyrr enn í síðsta umfari ger onkursvegna kappingina fullkomna. Her hava vit allar okkara bestu telvarar í landinum við í ársins FM-bólki, og suverenu favorittarnir togast um sigurin heilt til síðsta tak. Tað fær ikki verið stórbærari.

Báðir mugu í síðsta umfari telva fyri at vinna. Eitt remis er ov svikaligt. Helgi og Høgni hava báðir hvíta fólkið. Helgi móti Eyðuni og Høgni móti Martini.

Høgni er kanska ikki heilt álvuligur við mótstøðumannin í morgin. Tí er nakar, sum í heitari orrustu telvar við køldum blóði sum Høgni, er tað Martin Poulsen. Báðir eru rættir víkingar við talvborðið. Púra óræddir og eirindaleysir. Í landskappingini vann Høgni níggju av tíggju talvum. Hitt einasta, hann tapti, var fyri Martini. Eru báðir væl útbornir í morgin, verður hetta kanska ein rættur glymur dansur teirra millum.

Helgi er rímiligt stórfavorittur móti Eyðuni, men sjálvt ein stórmeistari kann kenna trýstið tyngja. Í talvkynstri hevur Helgi skarað framúr í hesari kappingini, men Høgni er støðugt í hølunum á honum, og tí kann alt framvegis hugsast.

Endabresturin byrjar klokkan 14. í Finsen. Áhugaðum stendur frítt at forvitnast, og ókeypis er at koma á gátt í gomlu kommunuskúlaauluni. Til ber eisini at fylgja við á netinum leik fyri leik á hvørjum borði – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.


7. umfar (Langi fríggjadagur kl. 14:00)
Helgi Dam Ziska – Eyðun Nolsøe
Høgni Egilstoft – Martin Poulsen
Rógvi Egilstoft – Carl Eli Samuelsen
Olaf Berg – Luitjen A. Apol


Hinir bólkarnir
 
Eins og í Landsliðsbólkinum valdar spenningur í hinum bólkunum við. Einki er avgjørt í nøkrum bólki enn.  Tað verður tí av sonnum ein spennandi og langur fríggjadagur í morgin.

1. bólkur (8 telvarar)
1. Torkil Nielsen, ST 4
2. Margar Berg, HT 3½
3. Alvin Joensen, KT 3

Almenni bólkurin (24 telvarar)
1. Bogi Hansen Eliasen, KTF 5
2. Flóvin M. Tummasarson, KTF 5
3. Ingi Wiberg, ST 4

Unglinabólkurin (20 telvarar)
1. Poul Thomsen, KTF 5
2. Petur Magnussen, HT 5
3. Bogi á Kósini, KTF 4½

Veteranbólkurin (8 telvarar)
1. Jóannes Guttesen, HT 3
2. Suni Jacobsen, HT 2
3. Sigurð Justinussen, HT 2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder