Ítróttur

Talv: FM fyri einstaklingar byrjar í dag

FM-kappingin verður í ár á Eiði.

2022-04-09 10:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Kappingin

Kappingin verður í Mentanarhøllini á Eiði í døgunum 9. apríl – 15. apríl  2022.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar

Leygardagur

9. apríl

kl. 14.00

2. umfar

Sunnudagur

10. apríl

kl. 14.00

3. umfar

Mánadagur

11. apríl

kl. 17.00

4. umfar

Týsdagur

12. apríl

kl. 17.00

5. umfar

Mikudagur

13. apríl

kl. 17.00

6. umfar

Hósdagur

14. apríl

kl. 14.00

7. umfar

Fríggjadagur

15. apríl

kl. 14.00


Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum. Hinir telva í almenna bólkinum.

Vinnarin av landsliðsbólkinum er Føroyameistari og vinnur rættin til at verða við á OL liðnum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2022.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM.

Veteranar

Fríggjadagin 15. apríl verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Hesir telva hósdagin og fríggjadagin 14.- 15. apríl. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder