Ítróttur

Talv: FM-finalan bíðar

Brøðurnir Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen hava fingið 16½ stig av átjan møguligum á ovaru borðunum hjá Sandavágs Talvfelag í vetur.

2023-03-07 10:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

FM-finala bíðar 

Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag fara aftur í ár at avgera kappingina um FM-heitið í beinleiðis innanhýsis finaludysti í seinasta umfari í landskappingini annan leygardag. 

Vágamenn eru tvey stig fremri, men vinna havnarmenn dystin 3-1, hava teir í minsta lagi tryggjað sær umdyst um FM-heitið. Oddaliðini gjørdu bæði bart í níggjunda og næstseinasta umfari í gjár.

Brøðurnir Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen hava fingið 16½ stig av átjan møguligum á ovaru borðunum hjá Sandavágs Talvfelag í vetur.


Tveir stórsigrar

Sandavágs Talvfelag gjørdi ikki mætari enn at vinna 4-0 á Klaksvík B sunnukvøldið. Eitt stórfingið úrslit, sum undirstrikar kraftina, sum hevur eyðkent teir í vetur. Rógvi Egilstoft gekk undan sum gott fyridømi. Fyrr um dagin var hann sum málskjútti við at tryggja EB/Streymi sigurin í fótbólti, og eftir dystin gekk leiðin beinleiðis av Hólmanum á Eiði norður til Klaksvíkar at telva - og vinna.

Klaksvíksliðið er triðfremst í deildini, og Ingolf Gaard hevði helst sigurin í hendi á fjórða borði, men setti so rókin í deyða. Ungi mótstøðumaðurin, Jón í Horni Nielsen, hevur annars staðið seg sera væl hetta fyrsta árið sum fastur maður hjá sandavágsmonnum. Hann hevði dagin fyri - saman við Høgna Egilstoft Nielsen - vunnið við 07 Vestur á ÍF í bestu fótbóltsdeildini.

Tað eru alt heilhugaðir kappingarmenn, sum manna oddaliðið í talvi.

Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag vunnu eisini stórsigur sunnudagin. Mótstøðuliðið var Klaksvík A. Havnarmenn vunnu 3½-½ á heimavølli í Finsen. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu, men á triðja borði mátti Olaf Berg kýta seg av øllum alvi fyri at bjarga sær remis móti Terja Petersen. Talvið gjørdist óvanliga drúgt. Terji stríddist at vinna endatalvið við kongi og róki móti kongi og riddara, men Olaf sýndi lýtaleysan teknikk og treiskni til at standa ímóti. Ikki fyrr enn 122 leikir vóru fluttir, sannaði Terji, at hann vann ikki talvið.

Triði dysturin millum botnliðini endaði javnur. Tað ber í sær, at vánirnar hjá kollfirðingum at lívbjarga sær í deildini tykjast smáar.

1. deild - 9. umfar

9. Umfar tann 2023/03/05 kl. 14:00
Bo.5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg-6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg0 : 4
1.1

Baldursson Rani
2012-FM

Egilstoft Rogvi
22740 - 1
1.2

Vang Finnbjorn
1994-FM

Nielsen Hogni Egilstoft
23940 - 1
1.3

Gregersen Hedin
1919-

Nielsen Torkil
20910 - 1
1.4

Gaard Ingolf
1913-

Nielsen Jon I Horni
20230 - 1
Bo.4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg-1  Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg2 : 2
2.1

Jogvansson Hjalti Toftum
2018-

Djurhuus Arant
17910 - 1
2.2

Hansen Herluf
1994-

Morkore Rogvi
17360 - 1
2.3

Berg Margar M.
1912-

Joensen Hanus
17731 - 0
2.4

Ziska Andrias
1879-

Jacobsen Markus
13981 - 0
Bo.3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg-2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg3½: ½
3.1GM

Ziska Helgi Dam
2543-

Simonsen Olavur
21891 - 0
3.2FM

Poulsen Martin
2311-

Nolsoe Rani
20811 - 0
3.3FM

Berg Olaf
2204-

Petersen Terji
2043½ - ½
3.4FM

Samuelsen Carl Eli Nolsoe
2171-

Olsen Wille
20111 - 0


1. deild - støðan fyri síðsta umfar

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 
4343018
2Havnar Telvingarfelag 1
 *  * 4442816
3Klaksvíkar Talvfelag 2½0 *  * 22431
15,56
4Klaksvíkar Talvfelag 1½½½22 *  * 
4156
5Havnar Telvingarfelag 21½001
 *  * 2115
6Kollafjarðar Talvfelag 10½003
02 *  * 8,53


10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur - Havnin (FM-finala)
Klaksvík A - Havnin B
Kollafjørður - Klaksvík B

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder