2026-11-01 22:33
Suni Merkistein skrivar:
Oddaliðini økja
Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag eru á odda við havnarmonnum og klaksvíkingum í hølunum á sær, nú tvey umfør eru farin í landskappingini í talvi.
Sandavágs Talvfelag er á odda í 1. deild eftir annað umfar í landskappingini sunnudagin.
1. deild er næstan longu farin í tvíningar. Sandavágur og A-liðini hjá Havnini og Klaksvík leypa avstað. B-liðini hjá Havnini og Klaksvík og uppflytararnir úr Kollafirði dragna afturúr.
Sandavágur og Havnin vunnu stórsigrar í øðrum umfari í dag. Klaksvík A vann meira tepurt á Kollafirði. Her var Árant Djurhuus mentur at vinna á Ólavi Simonsen á 1. borði.
1. deild - (2. umfar - 1. nov)
Sandavágur - Havnin (B) 3½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Suni Merkistein 1 - 0
Rógvi Egilstoft - Flóvin M. Tummasarson 1 - 0
Jón í Horni Nielsen - Margar Berg 1 - 0
Silas Eyðsteinsson - Øssur Joensen ½ - ½
Klaksvík (B) - Havnin (A) ½ - 3½
Rókur Davidsen - Luitjen Akselsson Apol 0 - 1
Janus Skaale - Elias Petersen 0 - 1
Wille Olsen - Herluf Hansen ½ - ½
Terji Petersen - Petur G. Magnussen 0 - 1
Kollafjørður - Klaksvík (A) 1½ - 2½
Árant Djurhuus - Ólavur Simonsen 1 - 0
Rógvi Mørkøre - Rani Baldursson ½ - ½
Markus Jacobsen - Haldur S. Johansen 0 - 1
Alvin Joensen - Heðin Gregersen 0 - 1
Útsettur dystur í 1. umfari:
Klaksvík (A) - Klaksvík (B) 3 - 1
Ólavur Simonsen - Rókur Davidsen 1 - 0
Rani Baldursson - Janus Skaale 1 - 0
Haldur S. Johansen - Terji Petersen ½ - ½
Heðin Gregersen - Tummas M. Sólsker ½ - ½
Støðan í 1. deild
Sandavágur 7½ stig
Havnin (A) 6½
Klaksvík (A) 5½
Havnin (B) 1½
Klaksvík (B) 1½
Kollafjørður 1½
Javnari í 2. deild
Í 2. deild gongur meira javnt á, men sandavágsmenn, ið fluttu niður í fjør, hava fyribils sett kós móti uppflyting.
Enn er kappingin tó so ung, og munurin á liðunum so lítil, at ilt er at meta um, hvussu leikur fer at ganga.
2. deild (2. umfar - 1. nov.)
Vestmanna - Klaksvík 1½ - 2½
Samson Højgaard - Einar Gregersen 0 - 1
Hanus Ingi Hansen - Rógvi H. Olsen 1 - 0
Alfred Olsen - Tummas M. Sólsker 0 - 1
Jón Mikkelsen - Hanus á Lógv ½ - ½
Sandavágur - Havnin (A) 3½ - ½
Torkil Nielsen - Sigurð B. Justinussen ½ - ½
Jón Atlason - Poul Poulsen 1 - 0
Bernhard Augustinussen - Óli Joensen 1 - 0
Jónfinn Thomsen - Finn Larsen 1 - 0
Havnin (B) - Toftir 1½ - 2½
Jaspur Gaard - Andrias Danielsen 1 - 0
Brestir Samuelsen - Bogi Ziska ½ - ½
Herbert Holm Johannesen - Jens Chr. Hansen 0 - 1
Alexander Klevang Eikholm - Andreas Andreasen 0 - 1
Støðan í 2. deild
Sandavágur 6 stig
Toftir 5
Klaksvík 4
Havnin (B) 3½
Vestmanna 3
Havnin (A) 2½
Nógvir um boðið
Gongur javnt á í 2. deild, er kappingin ikki minni spennandi í 3. deild. Kollfirðingar hava lagt seg á odda, men gøtumenn hava eisini fingið góða byrjan.
Heldur trekari hevur gongdin hjá suðuroyingum verið, men lítið skal broytast, til at teir eru fremstir. Carl Eli Samuelsen hevur fingið óvæntaða mótstøðu í 3. deild, tí fyrstu tvey talvini hjá honum eru endað jøvn.
3. deild (2. umfar - 1. nov.)
Rókur - Suðuroy 1½ - 2½
Fróði Zachariassen - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1
Hans Olivur Joensen - Carl Eli Samuelsen ½ - ½
Dávid Lützen - Fríði Stenberg Olsen 1 - 0
Mortan Mørkøre - Ingi Ellingsgaard 0 - 1
Sandavágur - Gøta ½ - 3½
Jamil Emil Jakobsen - Petur Páll Mikkelsen ½ - ½
Jamil Oskar Jakobsen - Petur Larsen 0 - 1
Hans Kári Jacobsen - Jákup F. Joensen 0 - 1
Aksel Poulsen - Hardi Hansen 0 - 1
Kollafjørður - Kongshavn 2½ - 1½
Ingi Højsted - Brandur Højgaard ½ - ½
Hanus Joensen - Meinhard Danielsen ½ - ½
Virgar Fagraklett - Rúni Jacobsen ½ - ½
Signar Kristiansen - Eyðun Lamhauge 1 - 0
Støðan í 3. deild
Kollafjørður 6 stig
Gøta 5½
Suðuroy 4½
Kongshavn 3½
Rókur 3½
Sandavágur 1
Dreingjalið á odda
Í 4. deild eru blaðungir dreingir í Havnar Telvingarfelag á odda eftir fyrstu tvey umførini.
4. deild (2. umfar - 1. nov.)
Havnin (B) - Sandavágur 3½ - ½
Andrew Xin - Suni í Horni Nielsen ½ - ½
Djóni Jakobsen - Allan Nielsen 1 - 0
Sámal Isfeldt Nesá - Helgi Poulsen 1 - 0
Noel S. Berglind - Jógvan Sigurd Hattarstein 1 - 0
Strendur - Rókur 1 - 3
Johannes Simonsen - Christian Ib Svejdal 1 - 0
Ábraham Dalslíð - Bergur Johannesen 0 - 1
Sonni O. Johnsson - Edvard P. Andreasen 0 - 1
Domenik Rasmussen - Dávur Johannesen 0 - 1
Klaksvík - Havnin (A) 2 - 2
Ingolf Gaard - Kaj Olsen ½ - ½
Bogi á Kósini - Ronny í Lon ½ - ½
Mannbjørn Anthoniussen - Bjørgvin Lenvig 1 - 0
Marner Fríði Petersen - Andri Lenvig 0 - 1
Støðan í 4. deild
Havnin (B) 6½
Klaksvík 5
Rókur 4
Havnin (A) 3½
Sandavágur 3½
Strendur 2
5. deild - 1. umfar
Rókur - Suðuroy 2 - 2
Vestmanna - Kollafjørður 2 - 2
Strendur - Gøta 0 - 4
Telvað verður aftur í landskappingini um tríggjar vikur.
Dystirnir í 1. deild í triðja umfari 22. november eru hesir:
Klaksvík (A) - Sandavágur
Havnin (A) - Kollafjørður
Havnin (B) - Klaksvík (B)
Vikuna eftir er fjórða umfar á skránni.
Síðani verður ikki telvað aftur fyrr enn eftir nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald