Ítróttur

Tað var sera javnt, tá seinastu metrarnir skuldu koyrast niðan á Eiðisskarð.

Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri VEG kapping. Starturin var við Effostøðina í Gundadali, og málið var uppi á Eiðisskarð.

2022-04-17 10:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Javnleikur

Tað var sera javn, tá seinastu metrarnir skuldu koyrast niðan á Eiðisskarð. So javn, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna í sama sekundi.

Kappast var leygardagin, og møguleiki var at kappast á tveimum teinum. Øll byrjaðu samstundis frá Effostøðini í Havn, har starturin var. Øll koyrdu gjøgnum Kaldbakstunnilin, og øll koyrdu norður gjøgnum Sundalagið. 
Tey sum koyrdu tann longri teinin, skuldu koyra gjøgnum Hvalvík, og til Saksun, har tey vendu. Leiðin gekk aftur til Hvalvík, og síðan víðari gjøgnum Sundalagið, niðan til rundkoyringina við Norðskálatunnilin, og síðan móti Eiði, og niðan á Eiðisskarð, har málið var.
Tey sum koyrdu styttra teinin vendu ikki inn til Hvalvík, men hildu leiðina fram til Oyrabakka, niðan til rundkoyringina við Norðskálatunnilin, móti Eiði, og síðan niðan á Eiðisskarð, har málið hjá teimum eisini var.

Í essinum
Jákup Petur Eliasen var í essinum, og tað var Súsanna Skylv eisini. Magni Hansen og Jóan Petur Joensen koyrdu eins og Jákup Petur og Súsanna longra teinin, men ávegis niðan móti Kaldbakstunnlinum mistu teir. Teir jagstraðu, men Jákup Petur og Súsanna øktu javnt.
Magni og Jóan Petur mistu, men tað gjørdi Súsanna ikki, og tað var tí í sama sekundi, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna.
Á styttra teininum gjørdist Anita Johannesen vinnari, og hjá monnum Bogi Gregersen. 
Bogi gjørdi bart, og Bogi fór frá hinum frá byrjan, og koyrdi solo á mál. Bogi vann tryggan sigur, og hann vann við góðum 8 minuttum á nummar tvey, ið gjørdist Thorleif Thorleifsson.
Christian Guttesen var óheppin og punkteraði. 

Einkultstartur 2. Páskadag
2. Páskadag verður aftur kappast. Tá verður kappast í Einkultstarti. Teinurin mánadagin verður Auto Service, eftir Oyggjarvegnum, og síðan niðan á Sornfelli. 
Tá kappast verður í Einkultstarti fer ein og ein súkklari avstað. Ein minuttur er millum hvønn súkklara, og hóast eina ábending, so er onki avgjørt fyrr enn øll eru komin á mál.
Kappingin 2. Páskadag er ein sokallaður Fjallaeinkultstartur, har súkklarin skal, súkkla móti sær sjálvum og klokkuni, og til hesa kapping skal súkklarin kappast á vanligari kappsúkklu. Hetta merkir, at súkklarin ikki hevur loyvi at nýta ein sokallaðan TRI boyla, eiheldur koyra á einari Einkultstartssúkklu.
Kappingin byrjar klokkan 15.

Úrslit:
77 km, Tórshavn, Saksun, Eiðisskarð, kvinnur
1. Súsanna Skylv, 2 tímar 19 minuttir 40 sekund

77 km, Tórshavn, Saksun, Eiðisskarð, menn
1. Jákup Petur Eliasen, 2 tímar 19 minuttir 40 sekund
2. Magni Hansen, 2:38:30
3. Jóan Petur Joensen, 2:40:00
4. Sverri M. Edvinsson, 2:43:19
5. Jákup av Skarði, 3:32:07

50 km, Tórshavn, Eiðisskarð, kvinnur
1. Anita Johannesen, 2 tímar 23 minuttir 37 sekund

50 km, Tórshavn, Eiðisskarð, menn
1. Bogi Gregersen, 1 tímar 57 minuttir 40 sekund
2. Thorleif Thorleifsson, 2:05:58
3. Henry Berg, 2:12:42
4. Christian Guttesen, 2:19:58

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder