Veðrið

Tað er stormávaring fyri Ytrabanka, Munkagrunnin, Fugloyarbanka og Íslandsryggin.

Forsøgn galdandi til hósmorgun, skrivað kl 11.10 utc.

2023-02-08 12:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Veðurstova Føroya: At byrja við framvegis nakað av vindi, skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í ódn í støðum, 32 m/s, hitin millum 2 og 8 stig. Annars er vindurin sum heild minkandi niður í frískur vindur upp í hvassan vind vestan ella av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn, í støðum vátaslettingur ella heglingur. Seinnapartin og í kvøld veksur hann vindin til strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s. Skiftandi skýloft við kava-, vátaslettings ella heglingsælum. Hitin í dag millum 2 og 7 stig, í nátt millum frostmarkið og 4 stig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder