2024-08-01 09:07

Sverri Sandberg Nielsen hevur í morgun róð OL-hálvfinalu, og gjørdist nummar fýra útav teimum seks í riðlinum. Tríggir teir bestu í hvørjum riðli koma víðari í A-finaluna.
Sverri byrjaði annars væl, og var nummar trý eftir 350 metrar. Hann fór síðani aftur á fjórða plássið. Tá ið 350 metrar vóru eftir var Sverri nummar trý aftur, men endaspurturin var ikki góður nokk, og bleiv nummar fýra.
Tíðirnar vóru:
Oliver Zeidler 6:35:77
Yayheni Zalaty 6:39:01
Stedanos Ntouskos 6:40:78
Sverri Nielsen 6:43:95
Mihai Chiruta 6:52:95
Damir Martin 6:58:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald