Ítróttur

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum í Skála ÍF

Sveinur Ellefsen verður høvuðsvenjari hjá kvinnum í bestu deildini hjá Skála Ítróttarfelag.

2024-01-26 08:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sveinur er 31 ára gamal, ættaður úr Miðvági og hevur verið virkin í fótbólti síðan á ungum árum. Hann hevur verið leikari í 1. og 2. deild hjá monnum í MB og 07vestur, og eisini virkað, sum venjari seinastu 15 árini. Hann er giftur við Hansu Heðinsdóttir Ellefsen og eru tey búsitandi á Skála.

Til aðalfundin hjá Skála Ítróttarfelag í 2023 bleiv Sveinur valdur inn í starvsnevndina hjá felagnum og bleiv hann afturvaldur til nevndarvalið fyri 2024. Í samband við at Sveinur traðkar til, sum høvuðsvenjari hjá kvinnum kemur hann at taka farloyvi frá nevndararbeiðinum.

"Vit gleðast um at Sveinur tekur við, sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum í Betri deildini og síggja fram til eitt spennandi kappingarár saman við leikarunum. Samstundis er tað við sorgblídni at hann nú tekur farloyvi frá nevndararbeiðinum og takkar nevndin honum stórliga fyri hansara íkast" sigur Jógvan Andersen, næstformaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder