2022-11-13 22:52
Ikast KFUM tók ímóti meistarunum úr Brøndby í Ikast í dag. Á liðnum hjá Brøndby spælir Súsanna Sólrunardóttir Ludvig miðja og á liðnum hjá Ikast spælir Hanna Iansdóttir Biskupstø hevari.
Undan dystinum lá Ikast nr. 5 og Brøndby nr. 6 í donsku elitudeildini fyri kvinnur, men aftaná dystin skiftu liðini pláss, tí Brøndby við Súsannu vann ein tepran 3-2 sigur á Ikast við Hannu.
Brøndby kom á odda 2-0 í settum, áðrenn Ikast svaraði aftur og vann 3. og 4. settið. Brøndby vann so javnbrótaran og dystin.
Talan var sum tættan dyst við settúrslitunum: 27-29, 13-25, 25-17, 26-19 og 13-15.
Hanna spældi enn ein sera góðan dyst sum hevari fyri Ikast.
Í allari donsku kappingini liggur Súsanna annars sum 3. besti servari við 11 servess'um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald