Ítróttur

Stuðulstiltak á Giljanesi

 Leygardagin 10. september skipar Dráttur fyri stórum stuðulstiltaki við maratonflogbólti á Giljanesi

2022-09-09 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Leygardagin 10. september skipar Dráttur fyri stórum stuðulstiltaki við maratonflogbólti á Giljanesi. Byrja verður kl. 10 við morgunmati, sum Vága kommuna og Dráttur bjóða, samstundis byrjar maratonflogbólturin. Eisini verður tombola, Tórfríð og Holgar fara at syngja og høvi verður at royna mat úr Ungarn, heimlandinum hjá okkara nýggja høvuðsvenjara Eszter Sántósi-Tóth.
Hesar næstu dagarnar fara leikarar og flogbørn úr Drátti at savna stuðlar til maratonflogbóltin. Stuðulin fer til flogbóltsvirksemið á Giljanesi. Til ber eisini at stuðla á kto. hjá Drátti 6460-153.925.8 og viðmerkja MF.

Hjartaliga vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder