Ítróttur

Stríðsmaðurin Teitur er eisini heitur komandi kappingarár

Nú 07 vestur er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningurin av royndum spælarum ikki at undirmeta. Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngru spælarunum.

2023-01-03 23:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 07Vestur skrivar:

Vit vilja ikki endiliga kalla hann gamlan, men í fótbóltshøpið hevur hann royndir. Í 07 Vestur høpi er hann ein av teimum royndastu lokalu leikarunum. Hann beit seg fastan á liðið á ungum aldri, og hevur líka síðani verið ein av stammuni á liði okkara.

Hann hevur leikt 57 dystir í Betri deildini, 35 í 1. deild og 41 dystir í 2. deild.

Tí frøðir tað okkum ótrúliga nógv at fáa boðini sum nýggjársgávu, at Teitur Olsen tekur eitt tørn afturat við 07 Vestur.Stríðsmaðurin Teitur er eisini heitur komandi kappingarár

Nú 07 vestur er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningurin av royndum spælarum ikki at undirmeta. Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngru spælarunum.

Vit vilja ikki endiliga kalla hann gamlan, men í fótbóltshøpið hevur hann royndir. Í 07 Vestur høpi er hann ein av teimum royndastu lokalu leikarunum. Hann beit seg fastan á liðið á ungum aldri, og hevur líka síðani verið ein av stammuni á liði okkara.

Hann hevur leikt 57 dystir í Betri deildini, 35 í 1. deild og 41 dystir í 2. deild.

Tí frøðir tað okkum ótrúliga nógv at fáa boðini sum nýggjársgávu, at Teitur Olsen tekur eitt tørn afturat við 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder