FSF: Við hvør sínum teprum 1-0 sigri í fyrru hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum vóru spældar 29. mai, hava TB og HB ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvfinalunum, sum eru á skránni í annaðkvøld.
Spenningurin er tí øgiligur, og serliga fyri tvørafólk og TB’arar annars er hetta ein eitt sindur óvanlig støða. Seinast tvøramenn vóru í einari líknandi støðu var í 2018, tá TB hevði felagslið saman við hinum báðum feløgunum í oynni, FC Suðuroy og Royn.
Ta ferðina var B36 eisini mótstøliðið, sum eftir tvær hálvfinalur vann samanlagt 8-2 á TB/FCS/Royn.
TB hevur annars vunnið steypakappingina hjá monnum fimm ferðir. Men vit skulu nógv ár aftur í tíðina, fyri at finna seinasta steypasigurin hjá tvøramonnum. Tað var í 1977, og áðrenn tað skulu vit heilt aftur til 1961, 1960, 1958 og í 1956.
Seinasta B36 vann kappingina um Løgmanssteypið var í 2021, og samanlagt hava teir hvítu í Gundadali vunnið steypakappingina hjá monnum sjey ferðir.
Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og HB, ið bæði hava eina stolta steypasøgu.
Sum ein samanlegging av GÍ og LÍF var felagið í Eysturkommunu sett á stovn í 2008, og hesi sekstan árini, Víkingur hevur eksisterað, hava teir ljósabláu staðið í steypafinaluni níggju ferðir, og seks ferðir hava teir staðið eftir sum vinnarar.
Men í steypasigrum er tað kortini eingin – í øllum føri fyribils – sum tekur HB. Síðani 1955, tá føroyska steypakappingin byrjaði, hevur HB staðið í finalunum 40 ferðir, og av teimum hava teir vunnið 29. Tann seinasta var í fjør, tá HB, eftir longda leiktíð og brotsparkskapping vann 5-3 á B68.
Mikudagin 19. juni (seinnu hálvfinalurnar)
Kl. 17:30 B36 – TB
Kl. 18:30 Víkingur – HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald