Ítróttur

Stór uppgáva á Kreta

Í dag fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er nummar 60 á FIFA listanum

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg í hesum døgum til fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025 - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg í hesum døgum til fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025 - Mynd: Jakoba Svensdóttir

2024-04-05 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tað er nummar 60 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 110, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í dag (fríggjadagin 5. apríl, skriv.) klokkan 18:00, sum er klokkan 20:00 lokala tíð í Grikkalandi.

Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, eru Montenegro og Andorra eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta seinnapartin týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni, sum hava verið í góðum umstøðum, og í góðum veðri, samanborið við kuldan og kavan í Føroyum.

EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 9. apríl, tá okkara kvinnur møta Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder