Lýsing

Starvsfólk til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági og Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági

Almannaverkið søkir eftir tveimum starvsfólkum, sum hava hug og hegni at arbeiða við menniskjum við sálarsjúku.

2023-01-10 10:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um størvini

  • Eitt starv á Traðarvegi fulla tíð at byrja tann 01.02.2023 ella eftir nærri avtalu. 
  • Eitt starv á Húsadalsvegi fulla tíð at byrja tann 01.02.2023 ella eftir nærri avtalu.  

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.  

Arbeiðsuppgávur  

Sambýlið á Húsadalsvegi og Traðarvegi eru sambýli fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. Har búgva ávíkavist 4 og 6 búfólk. 

Arbeiðsuppgávurnar á Sambýlunum eru skipaðar eftir einum heilsufrøðiligum og miljøterapeutiskum leisti. Stórur dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og framskygt umhvørvi, og at stuðla búfólkunum í at taka virknan lut í gerandislívinum.

Førleikakrøv 

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergo- ella fysioterapeutur ella fólk við námsfrøðiligari útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri.  Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja, kann hjálparfólk verða fyribilssett.  

Væntanir

Vit ynskja ábyrgdarfull starvsfólk sum:

  • Eru arbeiðssom og hava áhuga innan sosialpsykiatriska økið.
  • Kunnu seta í verk og fylgja mannagongdum og viðgerðarætlanum.
  • Hava evni at reflektera yvir egið virksemi.
  • Koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum. 
  • Eru opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra fakligu og persónligu førleikarnar.
  • Trívast við at vera einsamøll/mallur á vakt og eru sálarliga og likamliga væl fyri. 
  • Neyðugt er at hava KT-førleikar og koyrikort.

Setanar- og lønarviðurskifti  

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum í eindini Socialpsykiatri. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.  

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.  

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið” 

Freist  

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 19.01.2023 kl.23.00. 

Nærri upplýsingar 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara á telefon 297449 ella Elin Doris á Mýrini, leiðara á telefon 297446.

Trivnaðardepilin – Sosialpsykiatri 

Eindin, sum er í Trivnaðardeplinum, veitir tænastu til til ung og vaksin fólk við sálarsjúku. Virksemið í Eindini er skipað við bú- og viðgerðartilboðum, sambært  § 45 og § 46 í Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder