2022-09-17 12:10

Arbeiðsøki:
Hjá okkum kanst tú vænta eitt fjøllbroytt men krevjandi starv. Møgulleikarnir eru at arbeiða innan fleiri ymisk økir á virkinum. Vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi.
Tað er møguligt at arbeiða yrkadagar, men vit søkja eisini eftir fólkum at arbeiða í vikuskiftinum.
Tín vangamynd:
Sum persónur er tú røsk/raksur og álítandi, tekur ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi.
Løn og setanartreytir:
Talan er um fulltíðar- ella avloysarastarv. Løn er sambart sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Tín umsókn:
Um tú ert áhugað/ur kanst tú venda tær til Ragnhild Bisp, forkvinnu, á telefon 288 711 ella senda umsókn til [email protected]. Umsóknarfreistin er 1. oktobur 2022 men vit hoyra fegin frá tær áðrenn.
Hiddenfjord
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald