Lýsing

Starv á góðskingarvirkið í Sørvági

Ert tú ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/ur, er tað kanska tær, vit leita eftir til góðskingarvirkið í Sørvági.

2025-07-10 12:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðsøki:

Hjá okkum kanst tú vænta eitt fjølbroytt og krevjandi starv. Møguleikar eru at arbeiða innan fleiri ymisk øki á virkinum. Vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi.

Tað er møguligt at arbeiða yrkadagar, men vit søkja eisini eftir fólkum at arbeiða í vikuskiftinum.

Tín vangamynd:

Sum persónur er tú røsk/raksur og álítandi, tekur ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi.

Løn og setanartreytir:

Talan er um fulltíðar- ella avloysarastarv. Løn er sambart sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Tín umsókn:

Um tú ert áhugað/ur kanst tú venda tær til Ragnhild Bisp, forkvinnu, á telefon 288 770 ella senda umsókn til virkid@hiddenfjord.com. Vit hoyra fegin frá tær sum skjótast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder