Ítróttur

STADION Í FREMSTU RØÐ

Í Sørvágs Kommuna hevur sett tríggjar milliónir krónur av til stadionøkið á Dungasandi á fíggjarætlanini fyri í ár. Nakað tað sama skal brúkast afturat, áðrenn dagføringin er liðug, men tá er útbygging fyri nakrar milliónir krónur av felagshúsinum hjá 07 Vesturi ikki tald við

2023-05-05 13:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dystarblaðið til dystin millum 07 Vestur og Víking: Næsta kappingarár verða umstøðurnar at hyggja at fóbólti í Sørvági munandi betri samanborið við nú, og tey, ið skulu varpa út og miðla frá dystunum kunnu eisini gleða seg til nýggjar tíðir.

Dungasandur, stadionøkið í Sørvági, sum Sørvágs Kommuna eigur, skal

nevniliga dagførast fyri umleið seks milliónir krónur, og helvtin av íløguni er longu játtað á fíggjarætlanini fyri í ár.

Dagføringin umfatar í høvuðsheitum ein bygning í tveimum hæddum á norðursíðuni framvið Kirkjuánni, sum millum annað skal hýsa goymslu í neðra og miðlarúmi í erva, og eitt yvir- dekkað skýli við plássi fyri 480 áskoðarum á suðursíðuni framvið Stórá. Áskoðaraplássini á suðursíðuni verða í hesum sambandi flutt heilt inn ímóti vøllinum samanborið við í dag, og vegurin síðan lagdur aftanfyri skýlið.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder