Ítróttur

Sølvi heldur støðið

Annan mánaðin á rað er Sølvi Vatnhamar úr Víkingi valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum

Sølvi Vatnhamar, saman við pápanum, Berg Vatnhamar, ið handaði soninum prógvið upp á, at hann var bestur í Betri Deildini í juni og juli mánað - Mynd: Bjarni Enghamar

Sølvi Vatnhamar, saman við pápanum, Berg Vatnhamar, ið handaði soninum prógvið upp á, at hann var bestur í Betri Deildini í juni og juli mánað - Mynd: Bjarni Enghamar

2022-08-07 16:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – At eg aftur nú standi við hesum heiðuri, hevði eg so bestemt ikki roknað við. Men tað hevur gingið hampuliga væl, og tá hugsað verður um, at tað eru rættuliga nógvir góðir spælarar í føroysku kappingini, so havi eg allarhelst gjørt okkurt rætt, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.

Sum nakað nýtt í hesum kappingarárinum, verður besti spælari hvønn mánað kosin. Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið atkvøða.

Fyrstur at fáa hendan heiðurin í føroyskum fótbólti var Stefan Radosavljevic úr HB, sum varð valdur til besta spælara í mars mánað, og í apríl fór Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ avstað við heiðurinum.

Tá atkvøðast skuldi fyri besta spælara í mai mánað, gjørdi Sølvi Vatnhamar úr Víkingi slætt borð, og fekk 10 av 10 møguligum atkvøðum.

Vanliga verður ein spælari kosin hvønn mánað, men av tí at bara tvey umfør vóru spæld í juni, og tað sama gjørdi seg galdandi í juli mánað, varð avgjørt at atkvøða fyri juni og juli í einum.

Og nú, tá besti spælari í juni og juli mánað skuldi finnast, gjørdist tað aftur miðvallargeneralurin hjá Víkingi og toppskjúttin í fremstu deildini, Sølvi Vatnhamar, ið fekk flestar atkvøður. Nummar 2 og 3 í atkvøðugreiðsluni gjørdust Mads Boe Mikkelsen og Jóannes Bjartalíð úr KÍ.

At Sølvi Vatnhamar telist millum bestu spælarar í Føroyum í løtuni, kom eisini greitt til sjóndar leygardagin, tá Víkingur vann stórsigur móti 07 Vestur. Fyrst legði hann upp til fýra av málunum, áðrenn hann skoraði eitt sjálvur í 6-1 sigrinum á vágamonnum.

Fyri heiðurin at vera besti spælari í juni og juli, fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av BETRI. Tað var pápi Sølva, Berg Vatnhamar, ið vegna FSF stóð fyri handanini.

Myndir: Bjarni Enghamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder