Í januar 2025 verður HM-endaspæl í hondbólti spælt í Danmark, Norra og Kroatia, og kann Føroyar spæla seg í endaspæli við at verða best av tveimum play-off dystinum.
Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum koma at avgerða hvørji europeisk lond koma víðari til HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noregi og Kroatia.
Londini eru styrkismett soleiðis:
Pottur 1:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.
Pottur 2:
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.
Tvey tey bestu londini til EM spæla seg beinleiðis víðari til HM-endaspæli, umframt tey bæði eru Danmark, Noreg og Kroatia við sum vertslond. Afturat teimum eigur HM vinnarin frá seinast sítt fasta pláss. Danmark vann HM-seinast, og tá ið Danmark er vertsland, so sleppir silvurvinnarin við, og tað er Frankaríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald